Mentan

Minnisvarði avdúkaður í samband við at Fridtjof hevði fylt eitthundrað ár.

...

2020-09-03 22:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Steinbjørn O. Jacobsen skrivar á Facebook: Ídag hevði listarmaðurin Fridtjof Joensen fylt eitthundrað ár. Í hesum sambandi, bleiv ein minnisvarði avdúkaður við Víkavegnum í Klaksvík.

Tað er Føroya Sjómannadagurin, sum hevur tikið stig til henda minnisvarða. Oliver Joensne hevði eina frágreiðing um tilgongdina av hesi verkætlan, um staðsetingina og hvørjir høvdu stuðla.
Tað var dóttir Fridtjof, Bernhardina, sum fekk tann heiður, at avdúka.
Karin Kjølbro hevði eina sera áhugaverda og livandi lýsing av Fridtjof í síni røðu. Ein lítillátin maður, sum er verdur at minnast, tá hugsa verður um allar talandi minnisvarðar, sum standa runt um Føroyum, sum Fridtjof hevur gjørt. Heiti á minnisvarðanum er. "Kvinna við róðrið."
Takk fyri løtuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder