Mentan

Minningarorð um Anniku Jespersen

...

2020-10-04 21:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góða Annika


Tað er við stórari sorg í barmi, at eg skrivi hesi orð.

Saknurin er ómetaliga stórur. Hann er ómøguligur at lýsa.

Tað er ein trúfastur starvsfelagi og vinur, ið hevur flogið sín seinasta túr.

Góða Annika, eg kundi altíð heita á teg. Tað sama kundi títt arbeiðspláss, Atlantsflog.

Tú vart altíð har. Alt samdøgrið. Altíð fús at taka eitt tak, tá ið ástóð.

Trúðføstu ferðafólkini kendu seg altíð væl við tær umborð. Tú vart professionell og tænastusinnað út í fingraspíssarnar. Eg rokni við, at allir starvsfelagir kunnu siga við ein munn, at arbeiðsplássið verður ongantíð tað saman uttan teg.

Tú hevur altíð staðið mær nær. Bæði sum starvsfelagi og vinur, og tú fert altíð at eiga eitt serligt pláss í mínum hjarta. Tú ringdi altíð, um tað gekk ov long tíð, har vit ikki høvdu sæst ella tosað saman. Hóast tú altíð hevði nógv um at vera, so gavst tú tær altíð tíð til at ringja, tá ið ein føðingardagur ella annar stórur dagur var í familjuni. Hetta hevði stóran týdning fyri meg.

Sjálvt tá ið sjúkan fór at merkjast, so megnaði tú so nógv, so fantastisk og sterk, sum tú vart. Tú hevði eitt gott mót. Og hóast tú hevði annað at hugsa um, so mintist tú til okkum onnur.

Telefonsamrøður okkara millum hildu fram til tað seinasta. Eisini ringdi tú, tá tú visti, at hetta fór at vera okkara seinasta samrøða.

Hevði tú bara vitað, hvussu tað kennist, tá telefonin ringir. Eg hugsi mangan, at hatta er kanska tú, sum ringir. Eg sakni at hoyra, ???Hey Mia, hetta er Annika???, tá eg taki telefonina. Men so verður ikki. Undir okkara seinastu samrøðu, heitti tú á øll um at vera góð, góð við hvønnannan. Eg fari at gera mítt til at taka tíni orð víðari við mær í lívinum.

Nú, eg siti her og skrivi, kann eg ikki koma uttan um at hugsa um teg og systir tína, Bergtóru. Ofta hava fólk á munni, at nevndi tú Anniku, ja so varð Bergtóra nevnd í sama viðfangi. Ella umvent. Tit báðar vóru góðar systrar, vinkonur og starvsfelagar, ja tit vóru tann fullkomni pakkin. Saman bergtóku tit øll rundan um tykkum. Tit upplivdu nógv saman, og eg var so heppin at uppliva óteljandi góðar og spennandi løtur saman við tykkum báðum - saman. Saman vóru tit eitt fantastiskt team. Góða Bergtóra, saknurin má vera ómetaliga stórur hjá tær, og eg biði Várharra um at styrka teg og tíni í hesi sváru tíð.

Missurin og saknurin er stórur eftir tær, Annika. Eg fari veruliga at sakna møguleikan fyri at søkja ráð frá tær. Eg havi mist eina trúðfasta vinkonu og starvsfelag. Men nú var tíð til ???take off???. Hesaferð bleiv tín fráferð enn hægri, enn vit vanliga fara, tá vit siga ready for take off. Upp til vakurleikan og heim til Várharra.

Mín samhugi fer til øll tykkum, ið eftir sita. Mínir tankar og hjartaliga samkensla er við tær, góði Regini, tykkara synum, verdøtrum og ommubørnum, sum vóru hennara eitt og alt. Tit hava nú øll mist tykkara fylgissvein.

Vit drýpa høvur í sorg og æra hennara minni. Hvíl í friði, allarbesta Annika Jespersen.

Mia Johnsdóttir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder