Mentan

Minningarhald teirra sjólátnu 2021

...

2021-11-01 09:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Allahalgannadag minnast vit tey, ið fingu váta grøv og sjólótust. Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum. Tann fyrra er frá 1943, tann seinna í 1949.

Løgtingssamtyktin frá 30. november 1943 varð broytt tann 15. mars 1949 soljóðandi: ???Í staðin fyri miðføstusunnudag verður á hvørjum allahalgannadegi 1. november flaggað á hálvari stong allan dagin til minnis um sjólatnar Føroyingar.???

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið umboðandi tað lokala økið og alment yrkisliga umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

Á tí almenna minnigarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.

Á hesum sinni takka vit fyri, at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár.

Vegna arbeiðsbólkin,
biskupur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder