2013-09-04 05:05
Flóttafólkatalið í Sýria er sambært ST nú farið upp um tvær milliónir, og harumframt eru meira enn fýra milliónir sýrarar flóttafólk í egnum landi.
Hetta er tíggju ferðir so nógv sum fyri einum ári síðan, tá ið tað vóru eini 200.000 sýrist flóttafólk. Hetta boðar flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR, frá í tíðindaskrivi.
Stóra talið av flóttafólkum leggur trýst á grannalondini hjá Sýria, serliga Jordan, Libanon og Turkaland, tí tað eru hesi londini, sum taka ímóti flóttafólkunum.
Meira enn ein millión av hesum báðum milliónunum eru sambært UNHCR børn. Síðst í august vóru meira enn 700.000 flóttfólk í Libanon, 515.000 í Jordan, 460.000 í Turkalandi, 168.000 í Irak, og 110.000 í Egyptalandi.
Kelda: trubodin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald