2018-04-21 14:07
Fyrireikarirnir fyri Savnsfagnaðin hava rent seg í ein luksus trupulleika. Sera stórur áhugi hevur verið fyri forkunnuga leikinum um Beintu sum verður í Listastovuni seinnapartin í dag. Fyri at ikki at taka nakað frá Mikines málningaframsýningini, er avgørt at leingja upplatingartíðina fyri sýningini.
Tað verða 2 sýningar við leikinum um Beintu sum hevur fingið tað serstøku æru at hava Mikines sum leiktjald, men tað hevur so við sær at ikki er møguligt at nýta Mikines sýningina ímeðan leikurin er og tí er avgerð tikin um, at møguligt verður at síggja málningarnar fram til kl. 19 í kvøld. Tí kemur sýningin at hava opið frá kl. 17.00 til 19.00.
Sunnudagin verður Mikines-sýningin sambært skránni frá kl. 14.00 til 17.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald