JN

Miðvágs Badmintonfelag (MBF) skipar fyri stórari uppboðssølu

....

2014-02-24 19:17 Author image
placeholder

 Uppboðssølan verður í bygninginum hjá HDYGD í Miðvági,

tunnilsdagin 1. mars kl 14.00

Hevur tú ein, tveir ella kanska tríggjar lutir, sum er ov góðir at koyra bururt, men onkur annar hevur áhuga í? Kanska fer okkurt, sum hevur tín áhuga, undir hamaran. Okkurt gamalt antik, okkurt spildurnýtt......?

Kom og royn hvussu tað er at vera á uppboðssølu, saman við hugnaligum fólkiJ Kaffi og vaflur vera til keyps.

Tvær bilasølur vera eisini umboðaðar við fólki og góðum, bíligum, brúktum bilum.

Auktionarius verður Erling Eysturoy.

Allir lutir á uppboðssøluni verða at síggja á Facebook hjá Miðvágs Badmintonfelag og www.badminton.fo, fríggjadagin 28.februar.

                                        Hvussu gerst tú, um tú ynskir at lata lut..

Byrja longu nú at leita onkrar lutir fram, sum tú ikki longur brúkar, sum taka pláss og eru ov góðir at koyra burtur, ella leita fram lutir, sum tú ynskir at lata burtur. Tað eru akkurát hesar lutir, vit leita eftir. Tað kann til dømis vera:

Súkkla, lampa, telda, sofa, playstation, grindakaggi, tristur, telt, campingvognur, tráða, fjarstýrdur helikoptari, antik møblar, antik radio, gávukort,  plátuspælarar, fløgusamling, LP-plátusamling, guitari, gólvrestir til eitt rúm, turkitrumla, vaskimaskina, Anders And samling, køkur, góður lenistólur, steppari, vindeyga, stereoanlegg, dykkarapumpa, skíir, grindaknívur, printar, kondisúkkla, akvarium......osfr

Einasta treytin er, at hvør lutur væntandi kann verða seldur fyri í minsta lagi 200 kr. Hetta virðismeta umboð frá MBF, sum koma út at avheinta lutirnar.

Tú fært 50 % av vinninginum og MBF fær 50 %.

Kom á uppboðssølu og finn útav, hvat tínir lutir verða seldir fyri og bjóða møguliga uppá lutir, sum tú ikki kanst vera fyri uttanJ

 

Ynskja tit at fáa lutir avheintaðar kunnu tit ringja, ella senda teldupost til hesar:

Michael Gram, tlf 260010, [email protected]

Hans Petur Weihe, tlf 333127, [email protected]

Fróði Hansen, tlf 290001, [email protected]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder