Miðnáttarrøða
(Eyðdis Hartmann Niclasen)
Góðu miðvingar, vágafólk og stevnugestir
Fyrst vil eg nýta høvið at takka fyri hendan heiður, ið er latin mær upp í hendi. Tað er mær ein stór gleði og æra at verða biðin um at halda miðnáttarrøðuna í nátt. Takk fyri.
Eg havi nú búð her í Miðvági í 14 ár, og er tað tað longsta eg nakrantíð havi búð á sama stað.
Eg havi flutt nógv sum barn og ung.
Í Grønlandi - í Danmark - í Føroyum ??? í Fraklandi ??? aftur í Danmark, áðrenn maður mín og eg so gjørdu av at flyta heim til Føroyar í 2006.
Sum barn og ung kendi eg lítið og einki til hesa bygdina, sum vit hvørt summar koyrdu ígjøgnum, tá vit ferðaðust til og úr Føroyum.
Eitt sum festi seg hjá mær, og sum eg eisini havi hoyrt onnur tosað um var, at her vóru so nógvir stórir og vakrir havar. Havar vóru ikki so vanligir í Føroyum, tí her hava vit jú altíð haft tann alt- tandi seyðin húsanna millum.
Miðvágur var tann grøna bygdin, her vóru havar at síggja, og so er tað serliga grønt her um summari. Tú skalt leita væl fyri at finna steinar og hamrar her. Væl dámar sólini eisini at skína yvir hesa bygd. Og so er sólargangurin av tí allarbesta.
Men hvussu er so at koma til Miðvágs sum tilflytari!?
Eg kann her tosað út frá egnum royndum.
Ein suðuroyingur, sum er uppvaksin í Danmark eggjaður, av pædagogum, í 70???unum og 80???unum, til altíð at siga sína meining.
Eg legði til merkis hvussu nógvur gangur tað var av mær sjálvari, í millum hettar róliga og avbalanseraða fólki her vestur.
Hettar var, í mínum eygum, eitt fólk sum eru blíð, fyrikomandi og engageraði og eisini ónáttúrliga stuttlig - og til tíðir hvøss. Eitt fólk sum, nú tá ið eg skilji tey betri, hava ein fantastiska góðan humor, sum mær dámar.
Her er sanniliga gott at búgva her Vesturi. Vit eru ikki í stórbýnum, og sjálvt um mær dámar væl býarlívið, so er tað nakað heilt serligt at búgva her.
Vit hava jú alt!
Mær dámar væl at lýsa okkara øki sum t.d. ein húsameklari vildi gjørt tað. Tað hevði ljóða nakað soleiðis:
Húsini liggja í sera náttúruvøkrum, og barnavinaligum umhvørvi.
Her er ríkt handilslív, við bæði virkjum, matstovum hotell, klædnahandlum og matvøruhandlum.
Her er nýggjur skúli, 2 stórar barnastovnar, fríðtíðarskúli og ungdómshús. Fjølbroytt kvøldskúla- og frítíðartilboð, og ítrottarlívið er aktivt og vælvirkandi. 10 min. til flogvøll og bert 40 min. til høvuðsstaðin.
Mentan og list er ein týðandi partur av okkara lívi. Her er Listastovan ein mennandi liður í trivnaðinum innan list, tónleik og sjónleik. Tá tað kemur til tað skrivaða, liggur ikki so lítið eftir miðvingum; bøkur, yrkingasøvn og ein ørgrynna av sangum. Um tú ert í kirkju ella veitslulag er sannlíkt at tað veður sungið ein sálmur ella ein sangur, skrivaður av miðvingi.
Men um vit hyggja eftir heildarmyndini og uppá lívið sum heild, so vita vit at Miðvágur hevur verið fyri bæði upp- og niðurtúrum. Tann ringasti Føroyski sorgarleikur undir øðrum veraldarbardaga, rakti so beint í hjarta á Miðvági. Tað var tann 27. mars í 1942, um midnáttarleitið at trolarin, Nýggjaberg bleiv torpederaður av týskum kavbáti undir Íslandi, og 21 mans sjólótust.
Í ár eru 75 ár liðin síðani 2 veraldarbardagi var av.
Men enn kennist at bygdin misti 16 synir í bestu árum. Vit sum ikki vóru á livi tá kunnu bert ímynda okkum tað sorg og tann sakn ið var í bygdini mong ár eftir hetta. Men Miðvágur og miðvingar reistu seg, takka verði tí sum eg haldi eyðkennir miðvingar eina mest, og tað er ein sterkur lívsvilji og eitt jaligt sinnalag og eitt treiskni at fáa lívið at lukkast.
Man kann bert ímynda sær hvussu fólk hava hjálpt hvørjum øðrum fyri at fáa dagligdagin at hanga saman.
Eisini her kenni eg sama fólkið aftur. Man stendur saman her og tekur eina hond í, har tað er tørvur á tí.
Hettar føldi eg sjálv saman við familju mínari, stutt eftir at vit vóru flutt her til.
Har eru ikki nokk av orðum at greiða frá hvussu takksom eg kenni meg, tá ið eg hugsi aftur á hesa tíðina.
Húsini hjá okkum brendu eina silvitnis nátt í mai, og vit mistu so at siga næstan alt vit áttu. Hendingin stendur mær so sólarklár í minninum.
Vit rýmdu av húsum kl. uml. 04:00 um morgunin.
Og tað mest umráðandi var, at vit yvirlivdu øll.
Man var mestsum í sjokk og tankarnar mólu í høvdinum, um húsalán, trygging og alt tað sum vit helst ikki fingu aftur.
Eg minnist at áðrenn kl. 08:00 um morgunin, var bæði fólk úr bankanum og tryggingini klár at geva okkum boð um, at tey høvdu kannað øll okkara viðurskifti og at vit kundi taka tað róligt.
Tey úr bankanum bóru gávur við sær. Vit sum tóku lán tá, minnast at man fekk termokannu frá bankanum. Tey komu við einari plantu og vælkendu termokannini, sum vit fingu einaferð afturat. Eg minnist at eg hugsaði ???hevði eg bara átt ein vindeygakarm at sett plantuna í??? Tað var ein flott stór planta.
Á døgurða høvdu vit longu fingið bæði klæðir og leikur til dreingirnar. Fólk komu gjøgnum allan dagin, og kvøldið við, við gávum til okkum. Meiri klæðir til okkum øll og eisini leikur til dreingirnar. Eg gjørdist ovfarin og tá ið eg hugsi aftur á hettar kann eg bara takka Guði fyri at vit vóru her í Miðvági, tá ið nú hettar skuldi henda okkum.
Her er avbera vakurt her vesturi. ??tsyni úr stovuni sum ferðafólk koma langvegis frá fyri at síggja og uppliva.
Flestu miðvingar hava eitt sera gott útsýni, eitt útsýni sum fólk úr øllum heiminum brúka sína dýrabaru feriu og eina rúgvu av pengum fyri at uppliva. Tó hava vit hvørki Disney World ella Tivoli at selja ferðafólkið. Vit hava bert tann ráða sanna vakurleikan, at selja teimum.
Ferðavinnan fyllir nógv í samfelagnum, og tað at ferðavinnan breyt upp úr nýggjum her, hevur eisini ført við sær at fólki her hevur fingið nýggjar møguleikar fyri inntøkum. Og tað besta við hesum er, at hettar gagnast í nógvum førum okkum øllum. Okkara øki er nú vorðið ein mini-metropol, og okkum nýtist ikki at ganga langt fyri at fara á matstovu ella café og njóta eina løtu við hugna, forkelilsi góðum mati.
Eg setti fyri 3 árum síðani Vestanstevnuna har eg helt fyri at ???Tað skerst ikki burtur at tað gongur gott í okkara kommunu og her er gott at búleikast. Vit liggja ikki á løtu síðuni, her verður arbeitt hart á øllum frontum, at bøta um allar umstøður, so at her gerst enn betur at liva hjá okkum øllum???.
Hettar haldi eg enn at eg síggi, tí mong av tykkum vísa hettar í verki, dagliga. Her sipið eg til bæði sjálvboðin prosjekt runt bygdina, sum hava fríðka um, umframt tað arbeiðið sum Vestanstevnunevndin hevur útint, fyri at gera tað so vakurt og hugnaligt hjá okkum øllum, hesar dagarnar.
Eisini havi eg frætt, nú kappróðurin var í dag, at umleið 100 bátsmanningar luttóku. Tað hevur gingið sera væl at skipa róðurin, og fyri hettar hevur Miðvágs Róðrarfelag uppiborið stórt rós.
Eg vil við hesum takka tykkum øllum. Eg eri errin av at búgva í millum tykkum og at mínir sýnir eru miðvágsýnir.
Framhaldandi góða Vestanstevnu. Takk fyri!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald