JN

Michael Learns to Rock í Gongugøtuni í Havn

...

2014-07-04 16:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Michael Learns To Rock, Infernal, Little Fish og nøkur av best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í Gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 26. juli frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyrstu ferð skipar fyri Tórsfest.



Tíðindaskriv


Leygarkvøldið fyri ólavsøku verður gongugøtan í Havn fylt við tónleiki og veitslulag, tá útlendsku hittmakararnir úr Michael Learns to Rock, altjóða popduoin Infernal og danskt/føroyski bólkurin Little Fish fara á nýggjasta pallin í Havnini, ið verður settur upp niðast í Gongugøtuni.


Eisini fara okkara egnu Eyðun & Terji, Chase, elektroniski gandakallurin Brynjolfur, evnaríku ungu tónleikararnir úr Punjab og Frank in a Phonebox á pall hendan dagin. Á trubadurpallinum fara millum annað Signar & John at undirhalda. Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í gongugøtuni í Havn beint fyri ólavsøku.


Michael Learns to Rock
Donsku Michael Learns to Rock risu til popptindarnar bæði í Evropa og kanska serliga í Asia, eftir at teir høvdu møtt føroyska framleiðaranum ??la Poulsen, og við løgum sum ???The Actor???, ???My Blue Angel??? og "I Still Carry On??? gjørdust teir knappiliga heimskendir.


Bólkurin hevur støðugt givið tilfar út, og hevur selt meira enn 11 milliónir fløgur, umframt at lagið ???Take Me to Your Heart??? frá 2006 er tikið niður 6 milliónir ferðir á tónleikasølusíðum. Seinasta útgávan hjá Michael Learns to Rock ???Scandinavia??? kom út í 2012. Nú verður so møguleiki at hoyra bólkin live í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 26. juli.


Infernal
Infernal við X-Factor dómaranum Line Rafn er ein annar danskur bólkur við stórum altjóða royndum. M.a. lá Infernal á 2. plássi á enska sølulistanum við lagnum ???From Paris to Berlin???, eisini løg sum ???Self Control???, ???I Won???t be Crying??? og ???Downtown boys??? hava klára seg væl á hittlistum. Við fimm útgávum aftan fyri seg, er hetta ein royndur bólkur, ið hevur ferðast kring heimin. M.a. spældi Infernal á G!Festivalinum fyri nøkrum árum síðan, ein framførsla, ið veruliga fekk lív í fjøldina.


Little Fish
Føroyski trummarin Fríði ??ster kemur heim við sínum danska bólki Little Fish, ið er háaktuelllur við nýggju fløguni, ið er gjørd saman við Tim Christensen. Her er talan um rock, ið av góðum grundum er samanborin við Foo Fighters, D:A:D og Tim Christensen sjálvan.


Atgongumerkjasølan er byrjað
Atgongumerki fáast til keyps í forsølu áhttp://www.ebillett.foog í Kunningarstovuni í Havn. Kostnaður fyri vaksin í forsølu 350 kr. + ómaksgjald. Við dyrnar 400 kr. (avmarkað nøgd). Tey 200 fyrstu atgongumerkini verða seld fyri 250,- + ómaksgjald. ??maksgjaldið er 10 kr. í Kunningarstovuni í Havn og 20 kr. á ebillett.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder