Vinna

Meting um tilfeingið, viku 43

...

2013-10-19 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Friday, 18 October 2013
Samandráttur:
Línuskip: Seks línuskip eru undir Føroyum, tvey eru á rygginum, tvey eru undir Íslandi og so er eitt á Flemish Kap. Fýra linuskip undan Føroyum, tvey av rygginum og eitt undan Íslandi koma at landa mánadagin. Tey hava mest av toski, brosmu, longu, svartkalva og blálongu. Týsdagin kemur tann av Flemish Kap at landa og hevur hann so at siga bara tosk. Seinni í vikuni kemur eitt línuskip undan Íslandi at landa. Tað verður ein blandingur av toski, brosmu, longu, blálongu og svartkalvi. Okkurt línuskip fer út um vikuskiftið.
??tróður. Streymurin verður brúkiligur, men veðri verður nakað skiftandi, so helst verður ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu. Onkur er eisini, sum roynur eftir kalva.
Djúpvatnstrolarar: Eingin er úti, (fríggjadag 18/10) men helst fara teir út um vikuskiftið.
Partrolarar: Allir partrolarirnir fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Landa sum vikan líður.
Trolbátar: Bara ein trolbátur er úti. Hann fiskar mest tosk og landar síst í vikuni. Ivasamt er nær hinir fara út.
Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva síðst í vikuni, fiskarí er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder