Vinna

Meting um tilfeingið vika 46

...

2013-11-10 17:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Meting um tilfeingið vika 46
Friday, 08 November 2013
Samandráttur:Línuskip: Tað verður ikki nógv av línufiski í vikuni. Eitt línuskip landar mánadagin og eitt seinni í vikuni og hava tey mest av toski og hýsu. Hini línuskipini eru antin nýliga byrjaði ella fara út í næstum, so tey koma neyvan inn í vikuni. Tey flestu fiska brosmu og longu. Onkur er tó úti á rygginum og fiskar tosk og ein er við Ísland. ??tróður. Streymurin verður góður, men veðurvánirnar eru ikki góðar, so tí vanta vit ikki nógv av útróðri. Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og ein fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Teir sum fiska upsa, landa helst mánadagin. Restin av djúpvatnstrolarunum antin frysta umborð ella liggja við kai. Partrolarar: Allir partrolararnir fiska upsa. Fiskaríið er misjavnt, men er heldur smáligt. Landa sum vikan líður. Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti. Tríggir av teimum, møguliga allir koma at landa mánadagin. Teir fiska á Skeivabanka og fáa mest av upsa, toski, havtasku og longu. Fiskaríið er smáligt. Garnaskip: Eitt garnaskip kemur at landa svartkalva mánadagin, fiskarí er smáligt. Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva. Tey frysta umborð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder