Síðani 2005 eru inntøkurnar av íløgu- og fíggjarvirksemi uttanlands vaksnar við 80%, og útreiðslurnar eru hækkaðar við 139%. ??rslitið er eitt netto hall upp á 89 mió. kr. mótvegis útlondum. Í 2005 var úrslitið eitt netto avlop upp á 60 mió. kr.
|
|
Myndin omanfyri vísir eisini, at íleggjarar mistu nógvan pening í 2008 og 2009. Inntøkurnar lækkaðu úr 624 mió. kr. í 2007 til 110 mió. kr. í 2009, ein minking upp á 82%. Tað vóru serliga inntøkurnar frá beinleiðis íløgum, sum minkaðu, tvs. tap sum stavaðu frá kapitalpørtum í útlondum. Í 2012 vóru útreiðslurnar aftur á sama støði sum í tíðarskeiðnum 2008 og 2009. Meginparturin av hesari útreiðslu var rentukostnaður frá øðrum íløgum, tvs. útgoldin lánsbrævarenta til íleggjarar, og so vóru tað lán, trygdir o.a. hjá vinnulívinum og peningastovnunum, umframt realkreditrenta fyri sethúsalán.
|
|
|
Her skal viðmerkjast, at landskassans lánsbrøv eru at finna undir aðrar íløgur, so avkastið hjá útlendsku íleggjarum er størri enn omanfyri nevndu upphædd. Samlaðu inntøkurnar frá íløgum í virðisbrøv vóru 299 mió. kr. (vinnufyritøkur 294 mió. kr. og einstaklingar 5 mió. kr.), og samlaðu útreiðslurnar vóru bert 1,4 mió. kr.
|
|
Aðrar íløgur er eisini partur av íløgu- og fíggjarvirkseminum. Hetta er renta av inn- og útlánum, vøru- og tænastukredittum, ábyrgdarpeningur og fíggjarlig leasing, og er skift millum landskassan, vinnufyritøkur og húsarhaldini.
|
|
Av samlaðu útreiðslunum í 2012 vóru 123 mió. kr. rentukostnaður, sum landið lat í vinningi til útlendingar, ið áttu føroysk lánsbrøv. Landið fekk hinvegin 6 mió. kr. í rentuvinningi av sínum útlendsku lánsbrøvum. Føroyskar vinnufyritøkur fingu 104 mió. kr. í 2012 í rentu av innistandandi peningi í útlondum, og einstaklingar fingu ein rentuvinning upp á 71 mió. kr. Hinvegin fingu útlendingar, ið eiga pening í føroysku bankunum ein rentuvinning upp á 4 mió. kr. Tá ið tað snýr seg um lán, ábyrgdarpening og fíggjarliga leasing til egnar kapitalpartar í útlondum, høvdu føroyskar vinnufyritøkur ein rentuvinning upp á 9 mió. kr., og rentukostnaðurin var á leið 8 mió. kr. Afturat hesum komu so lán, ábyrgdarpeningur og fíggjarlig leasing til og úr útlondum annars ??? t.e. søla/keyp upp á avbetaling. Her vóru rentuinntøkurnar bert 40.000 kr., og rentukostnaðurin var 503 mió. kr. hjá vinnufyritøkum. Hetta vóru í stóran mun útreiðslur frá kredittum og trygdum í samband við útflutning/innflutning av vørum og tænastum. ??treiðslan hjá einstaklingum ella húsarhaldum uttanlands er renta og provisjón upp á sethúsa lán o.a. Í 2012 var henda renta 119 mió. kr. |
Um ynski er at finna neyvari tøl yvir fleiri ár, ber til at fara inn á hagtalsgrunninum og velja slag av samanseting av hagtølum undir gjaldsjavni. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald