Havstovan: 6. juni 2020 vóru tveir grindahvalir merktir við fylgisveina-sendarum á sandinum í Bø. Ein grind á umleið 30 hval var sædd á fjørðinum um morgunin, og avrátt var at royna at merkja grindina. Tað var kyrt á sandinum, hóast tað var tráður vindur. Tað gekk væl at reka grindina, men tá grindin kom inn ímóti, gjørdist ókyrt, og tí eydnaðist bert at merkja tveir av ætlaðu fimm hvalunum, meðan 19 hvalir máttu avlívast, tí teir endaðu uppi á turrum. Sostatt svumu merktu hvalirnir avstað aftur í einum minni bólki á umleið 10 hval.
Eftir at hava dvalt nakað á Sørvágsfirði, fór merkta grindin vesturum og suður við Føroyum, og er nú triðja dagin komin suður í Bankarennuna, sí mynd niðanfyri. Báðir teir merktu hvalirnir halda saman, og hava seinasta døgnið ferðast einar 15 fjórðingar.
Havstovan takkar sýslumanni, grindaformonnum og fólki á sandinum fyri hjálpina at merkja. Kunning um hvar hvalirnir eru, og hvussu teir ferðast, sæst á heimasíðuni hjá Havstovuni (www.hav.fo) hvønn mánadag og hósdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald