Mentan

Mercy Ships Føroyar: Hava hjálpt 2,1 mió menniskjum úr neyð

...

2021-03-10 10:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

MERCY SHIPS F??ROYAR: Hósdagin 25. mars hevur føroyska deildin av stóra altjóða felagsskapinum ???Mercy Ships??? aðalfund sín. Hann verður hildin í J.H. Schrøtersgøtu 11, Tórshavn og byrjar klokkan 19.


Føroyska deildina av Mercy Ships telist kanska millum tær smærru í felagsskapinum. Men hon er kortini partur av einum arbeiði, sum síðani stovnanina í 1978 hevur hjálpt meiri enn 2,1 milliónum menniskjum í ymiskum menningarlondum.
Við hjálp frá stórum skipi, sum er umbygt til eitt flótandi sjúkrahús, verður læknahjálp veitt á høgum støði til sjúk menniskju, sum annars ikki høvdu møguleika at fáa hesa hjálpina.
Umborð á skipinum ???African Mercy??? er møguleiki at fáa viðgerðir fyri góðkynjaðir svullir, varra- og gómakloyvir (haruskarð), truplir brunaskaðar, truplir føðiskaðar, ???grå stær??? og skaðar, sum krevja ortopetiskar viðgerðir.


450 SJÁLVBOÐIN

African Mercy er heimsins størsta óhefta sjúkrahússkip uppá 16.700 GT. Hvørt ár veitir skipið hjálp til menniskju í Afrika, serliga í Vesturaftrika, har fátakradømið er sera stórt.

Sjúkrahússkipið hevur sjey vælútgjørdar skurðstovur, 80 seingjarpláss og veitir árliga uml. 7.000 skurðviðgerðir, umframt túsundavís av øðrum minni sjúkraviðgerðum.
Skipið er mannað við umleið 450 sjálvbodnum hjálparfólkum úr meira enn 30 londum, sum øll gjalda fyri at búgva og arbeiða umborð. Millum hesi hava eisini føroyingar arbeitt umborð.

Allar viðgerðir, sum skipið bjóðar eru ókeypis fyri tann sjúka. Viðgerðir verða givnar til menniskju, uttan mun til mentan, kyn ella religión.

CT-SKANNARI

Føroyska deildin hevur eina nevnd. Í henni sita Hendrik Olsen úr Lamba sum formaður, Sólrun Poulsen í Havn sum kassameistari, Hildigun Steinhólm Højgaard í Saltnesi og Jóan Petur Johannessen í Havn, Olaf Olsen í Søldarfirði, Frimod Rasmussen úr Klaksvík og Ragnar Sundstein í Søldarfirði, sum nevndarlimir.

Nevndin er ólønt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder