Mentamálaráðið: Mentanarvirðisløn Landsins 2017 verður latin Barbaru í Gongini, klædnasniðgeva við hesi grundgeving:
Hon er gløgg og listaliga gávað.
Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandiklædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.
Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, iðstendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardyggaklædnavinnu.
Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskotinnan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gonginifarin egnar leiðir.
Samfelagsligi áhugin og arbeiðið fyri javnstøðu í víðastu merking,eisini við atliti at kyni, religión, seksualiteti og aldri, eyðmerkir hennarahugsanar- og arbeiðshátt í skapanini av klæðum á høgum listaligum støði.
Í støðugum samstarvi við list og listafólk dregur Barbara í Gongini framtað eyðkenda við plagginum. Hon ber tað saman við tann livandi kroppinog skapar klæðir og tilhoyr, ið geva menniskjanum frælsi at bjóðasiðvenjuni av og at menna sín egna samleika.
Fyri listaliga og evnaríka avrik sítt fær Barbara í GonginiMentanarvirðisløn Landsins 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald