Mentan

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu

...

2021-03-11 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggjar tíðir, nýtt ár og nýggj tilmæli merkja, at nú ber loksins til at skipa fyri Mentanarviku í Runavíkar kommunu aftur. Fyrireikarnir gleða seg til at fara til verka, tí fyrra áriðhepnaðistmentanarvikan sera væl við heili 110 tiltøkum á skrá

Mentanarvikan 2021 verður sermerkt á tann hátt,at sjóneykan verður sett m.a. á skrivaða orðið. Føroyska málið í síni heild verður sett á breddan alla mentanarvikuna.

Vinnarin av stuttsøgukappingini verður funnin, umframt at sangskriving, bókaframløgur, upplestur og framburður eisini eru á skrá.
Sum heild er talan um eina røð av størri og smærri tiltøkum har kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar. Harumframt verða eisini konsertir, skeiðsvirksemi, gongutúrar og upplivingar av alskyns slag og til allar aldursbólkar.

Eins og áður verður mentanarvikan sjónlig í allarikommununi og verður í døgunum 25. apríl til 2. mai 2021.

Enn er rúm fyri onkrum tiltaki afturat. Áhugað kunnu venda sær til Visit Runavík ella skriva til [email protected]

Visit Runavík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder