2021-05-27 07:57
Vit hava tosað við landslæknan, Lars Fodgaard Møller og Pál Weihe, yvirlækna á Korona-ráðgevingini og í samráð við teir, hava vit gjørt av at halda Mentanarnáttina á Tvøroyri, fríggjadagin hin 28. mai.
Korona-hóttanin er ikki av, men við at gera ymiskar tillagingar og syrgja fyri, at ikki ov nógv fólk savnast, so skulu vit nokk fáa eina góða mentanarnátt.
Vit fara at gera ymiskar tillagingar í skránna, soleiðis at vit fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum um frástøðu og reinføri. Hetta verður kunnað um so skjótt alt er klárt, á heimasíðuni hjá kommununi og á Facebook.
Vit ynskja øllum eina góða mentanarnátt.
Tvøroyrar Kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald