2014-05-02 21:45
Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hava bæði landskassin og kommunurnar fingið meira inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS.
Landskassin hevur higartil fingið slakar 424 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er eitt sindur meira enn fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan økt 4,4 %. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 477 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 3,72 % meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Flestu kommunur hava eina framgongd sammett við sama tíðarskeið í fjør. Millum størru kommunurnar hava Tvøroyrar og Eystur kommuna størstu framgongdina, meðan eitt nú Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommuna hava eina framgongd, sum tó ikki er líka stór.
Fyrstu fýra mánaðirnar í 2014 eru slakar 84 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 13,7 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 10 milliónir krónur meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald