Mentan

Meira enn helmingurin av næmingunum á Fiskivinnuskúlanum eru úr Vágum

...

2020-09-11 17:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er vælumtóktur millum ungfólk, serliga eru tað ungfólk úr Vágum, ið velja Fiskivinnuskúlan, serliga eftir at busssambandið er broytt til tað betra fyri trimum árum síðan.

Í verandi skúlaárið eru 51% av næmingunum úr Vágum, í ár er næmingatalið 57, harav eru 29 næmingar úr Vágum.

Miðnám í Vestmanna er ein gyminasialur miðnámsskúli, sum gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar, á jøvnum føti við hinar gyminasialu breytirnar í Føroyum.

Grøna tilfeingisbreytin:

Breytin á skúlanum eitur tilfeingisbreytin, har lærugreinar innan náttúrutilfeingi mynda skúlan. Har eru eisini onnur fak, so sum søga ítróttur og mál. Tey eru regluliga á virkisvitjanum, í laboratorium, ella gera rey royndarkanningar úti í náttúruni. Uttanlandsnámsferðir eru eisini vanligar.

Breytin er fyrst og fremst ætlað teimum, sum hava áhuga fyri nátturu, umhvørvi og burðardyggari gagnnnýtslu av okkara náttúruríkidømi.

Talan er um eina grøna gymnasiala breyt, sum tekur trý ár. Vanligt er at lesa víðari á universiteti, men eisini ber til at fara beint í arbeiðslívið at skapa sær eina framtíð. Til dømis sum íverkseti, lívfrøðisatstøðingur ella náttúruvegleiðari.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder