FSF skrivar:
Við síni Ph.d. ritgerð um fótbólt sum fyribyrging og viðgerð, hevur May-Britt Skoradal staðfest, at fótbóltur hevur breiða jaliga virkan á heilsuna hjá fleiri ymiskum málbólkum
Seinastu árini hevur May-Britt Skoradal arbeitt við síni Ph.d. ritgerð, sum kannar, hvørja ávirkan fótbóltsvenjing hevur á likamligu heilsuna hjá børnum, miðaldrandi og eldri kvinnum og monnum við prediabetes.
Tilsamans hava knapt 500 fólk luttikið í kanningunum hjá May-Britt, og ritgerðin staðfestir, at regluligur fótbóltur á smáum vøllum hevur eina breiða jaliga virkan á heilsuna hjá luttakarunum.
Fótbóltssamband Føroya er fegin um at vera samstarvspartur í verkætlanini og vónar, at úrslitini eggja enn fleiri feløgum og fólkum til at fara undir heilsufótbólt. Samstundis ynskja vit May-Britt Skoradal hjartaliga til lukku við avrikinum og heitinum sum. Ph.d. Til ber at lesa meira um ritgerðina og úrslitini á heimasíðuni hjá Setrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald