Mentan

Matteus skrivar evangeliið til komandi sunnudag

...

2021-07-20 11:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

???Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? Soleiðis ber hvørt gott træ góðar fruktir; men hitt ringa træið ber ringar fruktir ......???

Ein álvarsamur prædikutekstur til áttanda sunnudag eftir tríeindardag, ???Varið tykkum fyri svikaprofetum!??? Her eiga vit øll, sum hava uppgávuna at boða orðið, fyrst og fremst at venda spurninginum móti okkum sjálvum, at vit ikki eisini teljast millum svikaprofetarnar, tí tann vandin lúrir alla tíðina. Hin ??ndi veit, at fær hann villleitt tey, ið skulu vegleiða, tá fær hann gjøgnum tey, ført menniskju burtur av lívsins rættu og góðu gøtu. Nógvir álítandi og trúgvir vegleiðarar eru endaðir sum stórir villleiðarar. Bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti verða brúktar harðar ávaringar um svikaprofetar. Esekiel profetur skrivar um teir, sum villleiða fólk við at boða frið, har sum eingin friður er. Hann sigur, at teir smyrja veggirnar við kálki, men tá ið glopraregnið brestur á, skolar tað kálkið av aftur, og grái vesaldómurin kemur framaftur.

Jesus sigur: ???Mangir svikaprofetar skulu stíga upp og villleiða mong.??? ja, ???eisini tey útvaldu skulu verða villleidd, um tað er gjørligt.??? sigur hann.???Tú skal bara lurta í tríati sekund eftir einum prædikufólki, sum tú ikki hevur hoyrt áður, so veitst tú, hvat hesin vil???, hevur ein sagt. Tað er kanska í so stutt, men tað hoyrist skjótt hvørja leið svikaprofeturin vil leiða tey, hann prædikar fyri. Hann verjir ofta tað, ið skeivt er, og finst at tí, ið rætt er. Tí stendur tað um kirkjuliðini í Nýggja Testamenti, at tey rannsakaðu skriftirnar fyri at vita, um tað var samsvar millum tær og tað, sum prædikað varð.

Boðanin kann gerast ein vrangmynd av heilnæmu læruni. Ikki Halgabók, men mannahugsan gerst rættisnórur í lívinum. At leypa orð um, eitt nú umvending og glatan, er at villleiða tey, sum ein skal vegleiða.Vikið verður frá heilnæmu læruni og ein broyskin boðskapur, sum dettur sundur, kemur í staðin.

Tað var ein kirkjugangari í grannalondunum, sum eftir eina guðstænastu var so djarvur, at hannvágaði sær atspyrja prestin, hvat hann meinti við, tá ið hann í prædikuni segði, at evangelini eru bara skrivað til ávís menniskju fyri 2000 árum síðan, og ikki til okkum, sum liva í dag. ???Hví lesa tygum tá úr teimum hvønn sunnudag í kirkjuni???? spurdi hesin ???Jú, vit kunnu altíð finna okkurt burtur úr teimum, sum okkum dámar!??? svaraði prestur. Slíkt kann eisini minna um ein prædikumann, ið ger sær eina talu av einslistum, akkurát sum hann vil hava hana at vera. Men so skal hann hava ein tekst at lesa upp, og nú gongur verri. Hann finnur ikki eitt einasta vers ella stykkið í Halgubók, sum passar til hansara frálíku talu.

Svikaprofetarnir bera seg ofta at sum molbúgvarnir. Søgurnar um teir eru láturligar og tápuligar. Einaferð høvdu teir sagað plankar at leggja sum brúgv um eina á. Men hvat hendi, teir høvdu sagað stykkini ov stutt. Hvat var nú at gera? Jú, molbúgvarnir vistu sjálvandi ráð. Teir sagaðu av tummastokkinum, so at hann hevði somu longd sum teir avsagaðu plankanir. Eingin timburmaður er seg so býttur at hann ger tað. Men tá ið tað snýr seg um boðanina av Guðs orði, bera svikaprofetarnir seg at akkurát sum molbúgvarnir: Mær dámar ikki tekstin, tí sagi eg av honum, sletti og klippi burtur úr honum, leypi tað um, sum mær ikki hóvar, ella komi við burturforkláringum og uttanumtosi. Men tá kompromitterar ein seg sjálvan, setur seg í ringt ljós í tí trúgvandi kirkjuliðinum.

Vantrúgv er ikki bara at vera ateist, tað er eisini at hava ein heimagjørdan guð, myndaður eftir egnum ynski.

Svikaprofetar eru oftast væl dámdir av heiminum. Teir nýtast tí ikki at gera nakað til tess at koma sær fram sum leiðarar og hirðar í einum sekulariseraðum vesturheimi, tíðin arbeiðir fyri teir. Tað er hin trúgvi tænarin, ið má stríða tað góða, men harða stríðið. eisini stríðið móti falslæru og móti religiøsum sveimaríi.

Tann, ið trýr á Guð sum skaparan og sum sín himmalska faðir, liva í tí áliti og við teirri vón, at Guð stendur við tað orð, hann hevur tala, at tað er satt, og við tí vil hann vegleiða og hjálpa børnum sínum. Trúgvin gevur meining og styrki at megna lívið gjøgnum tað, sum ber ímót.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder