Marjun Nattestad, 85 ár, 23 juli 2020.
Mamma okkara er 85 ár í dag. Tað er stórt at uppliva so høgan aldur, og hava so góða heilsu, tó at onkur skavankur er.
Mamma hevur verið røsk og arbeiðssom.Hon fór sum 11 ára gomul til Klaksvíkar á millumskúla. Slapp bara vestur at ferðast á sumri og á jólum.
Hon arbeiddi síðan í handli, og í 1963 byrjaði hon í Føroya Banka. Tað bleiv hennara lívsstarv. Í 35ár var hon har.
Pápi hevur havt VVS handil og tá hon ikki arbeiddi meira í Føroya Banka, fór hon í handilin hjá pápa og var har til hann lukkaði.
Tey bæði hava staðið saman, í viðgongd ??? og mótgongd.
Mamma hevur verið nógv um okkum øll, kærleiki og umsorgan fyri okkum hevur altíð staðið nr eitt, og ger tað enn. Tað sum hon ynskir mest er, at vit øll hava lagt okkara lív í Jesu hendur, og síggja fram til málið sum er himmalin, har sum vit øll ynskja at møtast aftur.
Vit øll, eftirkomarar, 5 børn, 20 ommubørn og 11 langommubørn við familjum, ynskja mammu, ommu og langommu hjartaliga tillukku við 85 ára føðingardegnum í dag. Og takka fyri alt sum hon er og hevur verið fyri okkum øll.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald