Leygardagin 24. apríl skipa Beinta Gudmundsen & Ragnhild Olsen, sum varða av TRIVNI, fyri eini konsert við Marius Ziska við bólki í vakstrarhúsinum í Sandavági.
Going Home, Silvurlín og Ongin er orsøk eru nøkur av kendu løgunum, sum fara at fjálga um í vakstarhúsinum komandi leygarkvøld.
Enn eru nøkur atgongumerkir eftir.
Ynskir tú at ogna tær eitt atgongumerki til konsertina, verður tú biðin um at seta teg í samband við TRIVNI á Facebook
Eftir boðum frá løgregluni ber ikki til at parkera fram við landsvegnum,men víst verður til parkeringsøkið í bygdini, eitt nú við kirkjuna, har møguleiki verður fyri farti til vakstrarhúsið. Fleiri upplýsingar hesum viðvíkjandi koma í vikuni á teirra síðu á Facebook.
Ikki er loyvt at taka egnar drekkivørur við, men tilber at keypa á staðnum.
Síðst í mei mánaða, skipa tær báðar aftur fyri onkrum spennandi, so tað er bara at fylgja við á teirra síðu og gleða seg!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald