Mentan

Marius Ziska á Íslendskum hittlista

...

2018-04-17 13:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Marius Ziska er komin á Íslendska hittlistan Vinsældalisti Rásar2 við lagnum SILVURLÍN ið kom út fyrr í ár. Lagið er komið inn sum nummar 12. Í 2015 kom útgávan HOME/HEIM hjá Marius Ziska út og var sera væl móttikin, og hann hevur síðani, millum annað, spælt nógvar konsertir og festivalar, og verið á konsertferð kring Evropa við Eivør. Nú er Marius Ziska skjótt klárur við nýggjari plátuútgávu, sum enn ikki hevur fingið ásett útgávudag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder