Ítróttur

Marathon og Heilsurenning

...

2014-05-30 23:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 7. juni skipar Bragdið fyri árliga Tórshavn Marathon. Umframt at renna marathon verður eisini møguligt at renna hálv marathon og 5 km. Tann seinni teinurin er liður í Heilsurenningini, sum Bragdið saman við Tórshavnar kommunu skipar fyri.

Nógv verður gjørt burtur úr í miðbýnum hendan dagin, sum er dagin eftir Mentanarnáttina.

Umframt rennikappingarnar verður eitt nú Marknaðardagur í Tinghúsgarðinum, har áhugaði selja ymiskt, tey sjálvi hava evnað, brúkt klæðir og leikur, gomul ting og annars alt, sumkundi havt áhuga fyri onnur.

Marathonrenningin byrjar á Vaglinum klokkan 9.00, og Heilsurenningin byrjar sama stað klokkan 11.00. ??ll sum ætla sær at renna, skulu skráseta seg á bragdid.fo. Freistin at melda til er hósdagin 5. juni.

Vónandi verða nógv fólk at síggja í býnum og somuleiðis díkja á tey, sum renna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder