Vinna

Manningin á Sandshavinum heldur jól í Vestmannasundi

...

2018-12-16 23:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Línuskipið Sandshavið kom í Vestmannasund fyrr í kvøld, teir hava verið til fiskiskap vestanfyri, teir løgdu stilt í sundinum fyri at vaska skipið og halda jól, kokkurin hevur gjørt jóladøgurða.
Vit frættu frá teimum fyri løtu síðan, tá var liðugt at vaska, og menn gjørdu seg klárar at sessast í messuni til jóladøgurðan og jólahugnan. - vit rokna við at fáa onkrar myndir úr messuni, tær verða lagdar her, tá ið tær koma.

Sandshavið skal landa til Barðið í Havn tíðliga í morgin, teir hava góð 100.000 pund, sum teir hava fingið á 7 setum, alt er toskur og hýsa.

Tað hevur vignast væl hjá Sandshavinum í ár.

Myndirnar hevur Eyðun Ellingsgaard tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder