Man tað vera so?
Mong hava sett sær sjálvum sama spurning, sum jødar fyri knapt 2000 árum síðani settu sær. Evangeliið eftir Matteus greiðir frá, at mannamúgvurnar stóðu bilsnar og søgdu: ???Man tað vera so, at hetta er Dávidssonurin???? (Matt. 12, 23). Ja, man hetta ikki vera Kristus? (T.e. frelsarin Messias, sum jødar bíðaðu eftir). Tað søgdu tey eftir, at fólkið hevði ført til Hansara ein mann, ið settur var av illum anda, og sum var blindur og stummur. Hesin maðurin var í stundini grøddur av Jesusi, so hann bæði talaði og sá. Við Meistarans hondum sóu mannamúgvurnar ein vanlukkuligan mann, fáa bestu viðgerð og fullkomna heilsubót.
Í hesum ritinum er høvuðsdenturin lagdur á hitt fyrsta almenna bræv Jóh. 1, 1 ??? 4. Tað er vert at vita, at Pætur, Paulus, Jákup og Judas skrivaðu allir til fyrsta og annað ættarlið. Men Jóhannes hoppaði tey fyrstu ættarliðini um og skrivaði mestsum beinleiðis til triðja ættarlið, sum var komið í stórt fráfall. Elskaði lesari, alt Nýggja Testamenti inniheldur álítandi frágreiðingar, ið vísa, at fyrsta ættarliðið veruliga fylgdi Jesusi eftir. Hesi vóru brennandi í andanum og meira enn gripin av persóninum JESUSI. Og eftir stutta tíð, vóru tey sannførd og vistu av heilum hjarta, at Jesus er Kristus, Sonur Guds. Tískil var fyrsta ættarlið ikki tigandi og bar seg ikki undan, at breiða krossins merki út til ein fortaptan heim.
Næsta ættarlið, sum hildu seg til Jesus, fingu nakað annarleiðis treytir ??? enn undanfarið ættarlið. Hesi fingu í arv allan sannleikan, um guddómliga menniskja Jesus Kristus. Men sannroyndirnar saman við Jesusi her á fold, arvaðu tey ikki. Og máttu sostatt noyðast við trúnna á Jesus. Tey sum vóru lýðin settu persónliga álit sítt á Jesus Kristus við trúgv. Hesi grundaðu heilt einfalt, alt lív sítt á gudgivnu og dýrabaru trúnna. Og trúðu veruliga frásagnunum, sum fyrsta ættarliðið dúgliga boðaði og skrivaði til teirra. At øll menniskju hava ein persónligan tørv á syndanna fyrigeving og soleiðis verða frelst frá vreiði Guds. At náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi. At Jesus er vegurin, sannleikin og lívið, og at eingin kemur til Gud uttan við Jesusi. Tey bæði prædikaðu, vardu og breiddu sannleikan um sín kærleiksfulla og høgt elskaða frelsara, út til alt fólki. Men Bíblian prógvar hetta, at vandin lúrir oftast í kjalarvørrinum hjá góðum vegleiðarum og undangongumonnum. Vandin hjá næsta ættarliðinum var hesin, at eldhugurin eftir meira og meira av Kristusi minkar og enntá sløknar við tíðini. So, havast skal í huga, at Kristus gav samkomu síni allar andaligar signingar og tí er tað ómøguligt, at fáa ov nógv av góðsku Kristusar. Tað er einki sum eitur so, at fáa ov nógv, av tí einasta eina, sum gott er!
Tá glið kom á kristnu afturgongdina hjá næsta ættarliðinum eftir ápostlarnir, bleiv gudloysi staðfest hjá triðja ættarliðinum. Hin frelsandi trúgvin á Kristus bleiv skift út við onnur átrúnaðarlig heitir. Og soleiðis skapa mong sær sjálvum heimagjørdir lærusetningar og liva lív sítt í falskari trygd, sum ikki er sonn persónlig trúgv á Kristus. Tilboðið um frelsu við trúgv á Kristus, verður mangan skúgva til viks við tómt tos og persónligar meiningar. Soleiðis var triðja ættarlið eftir ápostlarnir merkt av fráfalli, tí hesi skiftu út og býttu um Bíbilska arvin frá fyrsta ættarliðinum við alt møguligt annað ókristiligt. Tey vrakaðu tað, sum bæði ápostlar og profetar, ið vóru undirgivnir Heilaga Anda Guds skrivaðu til okkara. Tað er hitt livandi orð Guds til alla mannaættina.
Eitt triðja ættarlið í fráfallið, skeinkir sær sjálvum sína egnu blanding av heiðinskapi og kristni. Á okkara leiðum er fráfall frá orði Guds í stórum vøkstri. Og somu eyðkenni síggjast, sum lærusveinar Jesusar sóu í fyrstu øld. Ræðandi hugburður trívist millum mong, sum uttan stórvegis himpr viðurkenna ranglærur, falsan og hykl mótvegis orði Guds. Tískil fær djevulin bæði rúmd og førimun í lívinum hjá einum og hvørjum, ið sáar iva um orð Guds, og letur upp fyri ógudiligum hugsanarhátti.
Um somu tíð, tá Jóhannes ápostul skrivaði síðsta partin av Bíbliu okkara fyri Gud, ferðaðust í høvuðsheitinum tríggjar óndar trúvillur millum fólki. Tað einasta sum vantaði í Bíbliu okkara, var hitt fjórða evangeliið, trý brøv og opinberingin. Men trúvillurnar leiddu fólk í óføri við ósannindum og gjørdu eisini innrás í samkomu Guds. 1. trúvilla: Tey sum noktaðu, at trúgva, at Kristus er Gud. Hesi trúðu, at Jesus bert var eitt vanligt menniskja. 2. trúvilla: Tey sum noktaðu, at trúgva, at Kristus var fullkomið menniskja. Hesi noktaðu, at trúgva vitnisburðinum frá fyrsta ættarliðinum, at Gud lat Son sín føða, sum fullkomið menniskja. 3. trúvilla: Tey sum noktaðu, at trúgva, at Kristus bæði rúmaði Gud og hitt fullkomna Menniskja samstundis. Hesir spottaðu og søgdu, at hvørvisjónin Kristus kom yvir Jesus eftir vatndópin í Jordan og fór síðan burtur úr honum eftir krossfestingina á Golgata.
Okkara kæri ápostul Jóhannes, vísti allar trúvillur aftur. Við íblástri frá Heilaga Anda Guds, skrivaði hann Guds Evangelium til samkomu Guds. Í tí leggur Jóhannes høvuðsdentin á hin æviga guddómin í Harranum, Jesusi Kristi. Og síðan skrivaði Jóhannes hini 3 elskuligu brøv Guds til sínar elskaðu lesarar. Í brøvunum verður høvuðsdenturin lagdur á menniskja í Harranum, Jesusi Kristi. Eitt fullkomið, lýtaleyst og syndafrítt menniskja. Soleiðis boðar Jóhannes mannaættini ??? allan sannleikan um Jesus. Hann, sum bæði er menniskja við stóra M og Gud við stóra G! Og síðan fekk Jóhannes boð úr erva, at skriva opinberingar Guds til samkomu sína.
Síðsta tíð Jóhannesar her á fold, var merkt av beistaligum fíggindum, sum leikaðu í allastaðni. Og sjálvt innanfyri samkomuveggir, høvdu umrøddu trúvillur fingið fastatøkur, við sínum háðandi og spottandi lærdómum um Gud. Men nú var tímin komin hjá Gudi, at skriva síðstu orðini til okkara.
Fyrstu 4 ørindini í 1. brævið Jóhannesar, lýsa sera væl, hvussu Jóhannes á meistarligan og inniligan hátt verjir sannleikan, um Harra og Frelsara okkara, Jesus Kristus. Legg tær í geyma hetta, at høvuðsendamálið í hesum boðskapi, beinleiðis er ætlað til ættarlið, sum meira og minni eru í eini tilgongd, ið førir til fullkomið fráfall. Men boðskapurin er eisini tíðarleysur og sostatt sera viðkomandi fyri okkara tíð. Lat okkum byrja við fyrsta ørindinum.
???Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við - tað er Orð lívsins, vit tala um.??? (1. Jóh. 1, 1).
Fyrsta ørindi ger á ein meistarligan hátt endaliga upp við gnostikarar. Hesir sum villleiða fólk í dag eins og á døgum Jóhannesar við fáfongdum trúvillum. Men eingin visti betri enn Jóhannes, at siga frá, at Jesus er Kristus og umvent. At Jesus veruliga er tann, sum hann sigur seg vera fyri jødum, heidnum og kristnum menniskjum. Sjálvt dugnaligir eygleiðarar eru ikki førir fyri, at siga nær heilagi guddómurin endar í Jesusi Kristi og nær hitt fullkomna menniskja byrjar í Honum. Og ei heldur kunnu vit staðfesta nær fullkomna og lýtaleysa menniskja í Jesusi Kristi endar og nær Gud byrjar í Honum. Og øll fýra evangeliini vitna um tað sama. Tí, ongastaðni síggja vit Jesus Kristus skifta ímillum Gud og menniskja. Hann er bókstavliga tala Gud og Menniskja í fullkomnari javnvág, í eini og somu fullkomnu eind.
Fyri ordans skyld, skal eg staðfesta hetta uppáhald við nøkrum fáum ítøkiligum tilvísingum úr orði Guds. Nøkur fá skriftstøð, ið sanniliga mugu roknast, sum praktisk og søgulig prógv. At Jesus Kristus bæði er Gud og fullkomið Menniskja í síni dýrdarríku og hátignarligu tilveru. Amen!
(1) Til dømis greiðir Joh. 4 lesaranum frá, um hina framúrskarandi frásøgnina, tá fullkomna Menniskja Jesus, á ein sera menniskjaligan hátt møtti kvinnuni úr Samaria, sum var komin til brunn Jákups eftir vatni. Og bert lítla løtu seinni, møtti sama kvinnan hinum alvalda og alvitandi Gudi í Kristi Jesusi. Góði, les Joh. 4 og síggj hvussu Harrin opinberaði sannleikan fyri henni. Síggj eina kvinnu, ið lat seg sannføra, at Jesus er Kristus ??? Sonur Guds.
(2) Á sama hátt lýsir Matt. 8, 23 ??? 27 góðu og óspiltu náttúru Jesusar. Og síðan síggja vit hin ótrúliga sannførandi guddómin virka í sama persóninum t.e. í Kristi Jesusi. Hesir skilamenn, sum saman við Honum vóru í bátinum vóru allir klárvaknir, væl fyri og sera álítandi vitnir til guddómligu hendingina. Ein ógloymandi hending, tá hesin mikli Jesus Kristus reistist og hótti vind og aldur, og blikalogn varð.
(3) Í Joh. 11 síggja vit enn einaferð eina sera álítandi og eftirfarandi frásøgn um stóra og kærleiksfulla menniskja Jesus, sum græt saman við systrunum Mariu og Martu og hinum avvarðandi. Teksturin vísir greitt og týðiliga, at Jesus var ógvuliga rørdur og suffaði í andanum og vísti Sína hjartans samkenslu til teirra í sorgini um bróðurin Lazarus. Løtu seinni prógvar sama bíbliusøgan ein sera náðiríkan framíhjárætt. Saman við øllum hinum syrgjandi fær Marta við egnum eygum náði til, at síggja persónligu trúgv sína í praksis. At Menniskja Jesus veruliga er Gud í verki. Eftir ynski Guds ígjøgnum sín høgt elskaða Son hin guddómliga Kristus ??? vakti Gud Lazarus upp frá deyðum. At nakað menniskja kann vekja deyð menniskju uppaftur, ljóðar langt úti í mínum oyrum. Eg sigi tað sama sum jødarnir søgdu í Matt. 12, 23: ???Man hetta ikki vera Kristus????
Lat okkum fara aftur til 1. Joh. 1, 1. Tí tað er áhugavert, at síggja hvussu Jóhannes byrjar brævið. Hann leggur ikki fyri um seg sjálvan fyrst, sum Paulus ger í brøvum sínum. Heilagi Andin í Jóhannesi leggur út við eini aðrari raðfesting. Tíðin er sera stutt og má brúkast rætt fyri frelsara sín. Og stórt fráfall og ógudiligar tíðir eru fyri framman. Brævið byrjar við hesum mergjaðu orðum: ???Tað, sum var frá upphavi...???
Orði ???upphavi??? í brævinum vísir á byrjanina samsvarandi okkara tíðarfatan, tá Kristus gjørdist fullkomið menniskja. Fyri ordans skyld skal eg nevna, at ???upphavi??? í evangeliinum eftir Jóhannes ikki vísir til nakra byrjan. Har lesa vit um eitt datoleyst ???upphav,??? ið er ein guddómligur og ævigur standur. Tí ríki Guds er óforgeingiligt og stendur um allar ævir. Men hesin Jesus, sum livdi eitt tíðarskeið, sum øll onnur menniskju, er eisini Kristus sambært Bíbliuni. Tað er mær ófatiligt og stórt. Men eg eri upplýstur, og eg trúgvi hesum, at Kristus hevur Sína ævigu tilveru í Himlinum. Orð Guds lærir, at Kristus hevur livað ævigt, tað vil siga, frammanundan hann føddist inn í hendan synduga heim. Hetta fyri at bjarga hvønn tann úr syndini, sum við trúgv setur sítt persónliga álit á Jesus Kristus. Tí Hann er Harri og frelsari okkara.
Jóhannes heldur fram við frágreiðingini og talar at teimum, ið siga honum ímóti:???...tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu,...??? Tað er eyðsæð, at Jóhannes talar sum ein, ið veit nógv betur. Gátuføri maðurin frá Nasaret er sambært Jóhannesi guddómligur og ektaður. Og søgan um Jesus er bæði sonn og eftirfarandi sambært Jóhannesi. Eins og Paulus ynskir Jóhannes, at verja frelst fólk ímóti falskari fatan og ævintýrum um persónin Jesus. Og frelst fólk mugu taka ávaringar ápostlanna í álvara og síggja til, at eingin er, sum ger tey til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi! (Kol. 2, 8). Ja, hetta eru álvarsom orð til samkomuna í Kolosse.
Jóhannes hevði hoyrt Jesus tala mangar ferðir og víða um. Og mangan sótu ápostlarnir stillisliga við Jesu føtur og lærdu um ríki Guds. Og við egnum eygum sóu og skoðaðu teir undrunarvert Jesu atferð og gerningar. Og sambært Joh. 1, 14 stendur enntá: ???...og vit sóu dýrd Hansara...??? Jú, sanniliga er Jóhannes ein eftirfarandi kelda, ið er innblást av Gudi. Hetta er orð Guds, ið er ment, at frelsa menniskju ??? um tey vilja geva lív sítt til Hansara. Í hesum døgum er tíverri mangt og hvat, ið forðar menniskjum, at kasta seg í frelsarans armar og biðja um hjálp úr syndaneyð síni.
Men vitnisburður Jóhannesar fer uppaftur djypri, tá hann sigur, ???...og hendur okkara numu við...??? Orði ???numu??? verður eisini brúkt í Luk. 24, 39, tá ápostlarnir fingu trygd fyri, at Jesus veruliga var uppaftur staðin úr grøvini. Legg tær í geyma, at ápostlarnir vistu, at Jesus doyði á krossinum. Tað var ein sannroynd, at hitt mest elskaða og samstundis mest spottaða menniskja Jesus var deyður. Og síðan prógva somu evangeliini, at hesir djørvu menn blivu sannførdir um hetta, at Jesus var risin uppaftur. Og soleiðis mintist Jóhannes eisini hin ivandi Tummas, tá Jesus á undurfullan hátt knappliga stóð millum teirra. Og eftir at Tummas hevði hoyrt, sæð, skoða og NOMIÐ likam Kristusar eftir uppreisnina, síggi eg hann fyri mær, sannførandi siga hesi sannleikans orð: ???Harri mín og Gud mín!??? (Joh. 20, 28). Halleluja!
Vit lesa, at Jóhannes hevði eitt sera tætt og inniligt samband við Jesus (Joh. 13, 23). Og tískil visti ápostulin fullvæl hvat hann talaði um til 3. ættarlið. Uttan iva, eru mong upp ígjøgnum øldirnar komin til trúgv á Jesus eftir, at hava lisið vitnisburð Jóhannesar í Bíbliu okkara. Tær praktisku royndirnar hjá Jóhannes ápostli saman við Kristusi, ferðast ímillum Jóhannes doyparan og síðsta ørindi í Jóhannesar evangelium. Har stendur: ???Men eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar.??? (Joh. 21, 35). Grunda yvir hetta, tí Heilagi Andin hevur ikki givið okkum hesa virðismiklu kunning til stuttleikar.
Næsta ørindi í brævinum, greiðir lesaranum nakað um søguliga próvtilfari um son Guds. Og er sostatt hin sanna og haldgóða vitnisfrágreiðing ápostlanna um Gud til komandi ættarliðini. Har stendur: ???Lívið varð opinberað, og vit hava sæð tað; og vit vitna og kunngera tykkum lívið, hitt æviga, sum var hjá Faðirinum og varð opinberað okkum.??? (1. Joh. 1, 2). Ja, sjálvandi er søgan um Jesus sonn og eftirfarandi. Í áðni lósu vit um hvussu Jesus vakti hin rotnað mannin Lasarus upp frá deyðum. Og eitt sindur seinni í Joh. 11 segði Jesus púra sannførandi hesi orð við Martu: ???Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum???? Góði, sannleikin er hesin, at ein rúgva av menniskjum í miðeystri, sóu lívið í Jesusi. Og tað lívið varð opinberað teimum t.e. hitt æviga lívið úr ríki Guds. Og Marta varð (er í dag) ein sæl kvinna, tí hon hevði longu tikið eina persónliga støðu. Hon svaraði Jesusi: ???Ja, Harri, eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!??? Amen!
Elskaði lesari, lat tað ikki verða nakran tvídrátt millum teg og Jesus. Og lat einki menniskja forða tær, at koma til frelsara tín og fáa frið við Gud og ævigt lív í gávu. ???Lívið varð opinberað...??? sigur Jóhannes! Sanniliga varð hitt æviga lívið opinberað fyri øllum í Hansara samtíð. Hitt æviga lívið varð opinberað fyri allari familjuni, grannalagnum, lærusveinum Hansara, Ísrael og hetta sama lívið vitnar Jóhannes um fyri øllum heiminum. Tað stendur skriva í Halgubók hvør stórur Jesus er. Hetta er ein gleðiboðskapur, ið er mentur at vekja menniskjur upp frá deyðum.
Í hesum samanhanginum er kanska áhugavert, at leggja sær orð Jesusar í geyma, sum Hann einaferð segði við fariseararnir: ???Tí elskar Faðirin Meg, tí Eg gevi lív Mítt - fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.??? (Joh. 10, 17 ??? 18). ??ll hesi orðini eru gingin út og eru ein staðfesting av og líka sonn og eftirfarandi, sum frásøgnin um Jesu deyða á krossinum á Golgata og uppreisn Hansara úr grøvini.
Upprunaliga orði ???opinberað??? í 1. Joh. 1, 2 merkir: ???at skína, at hava við sær ljós, at vísa skilligt og týðiligt??? So, sambært ápostlunum skein hitt æviga lívið í Jesusi Kristi, sum eitt ljós, ið lýsti klárt og týðiliga fyri øllum fólkinum. Lív Jesusar varð eitt fullfíggja lív samsvarandi standard Guds. Og hetta lívið hava Jesu eftirfylgjarar prædika fyri øllum heiminum síðan tá. Og soleiðis er eitt hav av menniskjum upp ígjøgnum øldirnar upplýst um gleðiboðskap Guds. Samkomusøgan prógvar dyggiliga, at mong menniskju hava tikið ljós Guds inn í sítt egna lív. Tey settu álit sítt á Jesus Kristus við trúgv og vóru standandi í trúnni líka til endans.
Sjálvur kann eg vitna, at eg trúgvi øllum, sum stendur í Bíbliuni. Eg trúgvi øllum tí, sum Jesus ávikavist segði og gjørdi á jørðini. Eg trúgvi, at lívið varð opinberað Jóhannesi og vinum hansara. Og at hesir veruliga sóu lívið í gerandisdegnum í heili 3 ½ ár. Eg trúgvi vitnisburði teirra, og tað sum teir hava kunngjørt fyri okkum, um hitt æviga lívið, sum eisini skriva er um og týtt til mong heimsmál. Eg trúgvi Jóhannesi, at hetta lívið var frá Gudi. Og ynski sostatt, at takka Gudi fyri sína stóru náði, fyrigeving fyri syndir mínar og ævigt lív í Jesusi Kristi.
Lat okkum halda á eina løtu afturat. Tí 1 Joh. 1, 3 er beinleiðis framhald av fyrra ørindinum. ???- Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus.??? Góði, hetta má sigast, at verða ein avbera góður boðskapur. Dentur verður lagdur á munin ímillum ???tykkum??? og ???okkum.??? Sum áður sagt, prædikar Jóhannes fyri 3. ættarliðinum. Og millum teirra vóru tey, sum bæði mótmæltu og høvdu atfinningar ímóti orði Guds. Tískil er Jóhannes sera avgerandi í málburðinum, tá hann sigur, ???Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við...???
Jóhannes leggur afturat, ???...so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus.??? Evangeliið eftir Jóhannes ber fram lív Guds í Kristusi. Men brævið, sum her talan er um, ber fram lív Guds í hinum frelsta. So, hetta er av sonnum ein góður boðskapur, ið bjóðar menniskjum, at koma yvirum frá deyðanum til lívið. Hin frelsti hevur fingið nýtt lív í Kristusi. Soleiðis verður hann førur fyri, at hava felagsskap við bæði Gud, Kristus og síni náðisystkjum. Upprunaliga orði ???samfelag??? í hesum samanhanginum merkir ???samvera, at hava ting í felag.??? Og soleiðis byrjar eisini Paulus sítt bræv til samkomuna í Korint: ???Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til SAMFELAG við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara???. (1 Kor 1, 9). Og umframt hetta, skal eg vísa á sama guddómliga og heilaga samfelagið, sum Paulus so inniliga ynskti fyri børn Guds í sínum síðstu orðum til samkomuna í Korint: ???Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og SAMFELAG Heilaga Andans veri við tykkum øllum!??? (2. Kor. 13, 14).
Samfelagið við Jesus Kristus er ein av hinum 4 andaligu og lívsneyðugu súlunum, ið veita lívgevandi føði til hvønn einstakan í samkomu Guds. Vit lesa í Áps. 2, 42, at tey fyrstu trúgvandi hildu fast við tær 4 súlurnar. ???Tey hildu trúliga fast við (1) læru ápostlanna og við (2) samfelagið, við (3) breyðbrótingina og við (4) bønirnar.??? Í brævið sínum leggur Jóhannes dentin á samfelagið. Um hetta samfelagið ikki verður dyrka, røkta og ment følnar samfelagið og til seinast doyr tað. Slíkt er syndarligt og førir altíð ólukkur og sorg við sær. Vit mugu steðga á og hugsa, tí samfelag hins trúgvandi við Kristus, er ikki eitt hvørt annað samfelag. Tað er nógv meira dýrabart enn nakað annað samfelag, ið er stovnað av menniskjum her á jørð. Tað er eyðsæð í tekstinum, at Jóhannes N?? kendi Faðirin eins væl hann kendi Sonin, sum hann fylgdist við á jørðini. Og hann hevði fatað hetta, at samfelagið við bæði Faðirin og Sonin, er eitt heilagt samfelag á hægsta stigið. Hendan boðskap málaði Jóhannes á ???veggin??? í teirri vón, at triðja ættarlig lat seg frelsa frá synd inn í eitt heilagt samfelag við Faðirin og Sonin og samkomuna.
At enda lesa vit um tey mest gleðiligu tíðindini í hesum tekstinum. Tað stendur at: ???- Hetta skriva vit tykkum, fyri at gleði tykkara kann vera fullkomin.??? (1 Joh. 1, 4). Góði, á Jóhannesar døgum var heimurin eins og í dag eitt sera vandamikið og myrkt stað. Nógv kristin vóru og verða framvegis forfylgd og dripin. Bíblian lærir, at upprunaliga orsøkin til slíkan hatur er felagsskapurin við Faðirin, Sonin og hvønn annan. Tí, upprunaligi mótstøðumaður Guds er Sátan og hann unnir ikki menniskjum bjarging í Kristusi. Men frásagnirnar í Bíbliuni um Jesus innihalda haldgóða undirvísing, um ikki at óttast, tí alt sum hóttir børn Guds í alheiminum hevur Jesus Kristus fingið alt vald á. Niðurstøðan hjá Jóhannesi er hendan, at tað bókstavliga ber til, at ogna sær eina fullkomna GLEÐI. Gleðin í Kristusi kann einhvør ogna sær við at lesa, trúgva og soleiðis skilja orð Guds í hjarta sínum. Og gleðin í Kristusi er ikki bundin at umstøðum okkara. Men gleðin í Kristusi sprettur yndisliga upp úr hjørtunum hjá teimum, sum hava Jesus kæran. Heilagi Andi Guds býr í teimum og orð Guds lærir, at Andin bólkar hesa gleði í Kristusi, sum Sín egna ávøkst.
Sambært Gal. 5, 22 ??? 23 eru fruktirnar av hesum ávøkstri: 1. Kærleiki, 2. gleði, 3. friður, 4. langmóð, 5. mildleiki, 6. góðska, 7. trúfesti, 8. spakføri, 9. fráhald. Tann sum elskar Jesus livir sanniliga í yvirflóð. Tí, gleðin í Kristusi er ???bert??? ein ávøkstur Heilaga Andans, út av níggju øðrum himmalskum fruktum. Góði elskaði lesari! Hugsa tær til, hvørjar gávur, ávøkst og atgongd hin sanna trúgvin á harra og frelsara okkara letur upp fyri. Ein undurfull atgongd til eitt heilagt lív í Kristusi, ið førir við sær heilagan ávøkstur.
Í hesum sambandinum skal eg eisini roknað upp verk holdsins. Tey eru: 1. Siðloysi, 2. óreinska, 3. skammloysi, 4. avgudadýrkan, 5. gandur, 6. fíggindskapur, 7. klandur, 8. kappingarhugur, 9. vreiði, 10. stríð, 11. tvídráttur, 12. flokkadráttur, 13. øvund, 14. morð, 15. drykkjuskapur, 16. svirr og annað tílíkt. Og Gal. 5, 21 leggur afturat: ???At tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.???
Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald