JN

Mamma, hvat gjørdi Guð vikuna eftir

...

2014-03-10 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í trý kvøld fyri páskir fara vit at gjøgnum ganga evni "Hvat gjørdi Guð vikuna aftaná syndafallið, og hvar eru vit stødd í hesi vikuni?"


Fyrsta framløgan verður í annaðkvøld, mánakvøldið 10. mars kl 20.00. Onnur verður 17. mars og síðsta 24. mars kl 20.00.
Í steðginum er kaffi við køkum at fáa.

Nógvar kreftir royna at sáa iva um bíbliunnar týdning og sannleika. Ført verður fram, at talan bert er um søgur og mannaorð um Guð. Somu fólk hava ongan trupulleika við at trúgva læru Darwins (evolutión), Freud og aðrar falslærarar. Hesar lærur eru beinleiðis ein burturvilling og aftursvar frá fíggindanum til at avnokta Guð sum hin stóri skaparin.
Grundstøði undir framløguni er Bíbliunar Guð, Abrahams, Ísaks og Jákups Guð sum er upphavið til alt. Hann er Skaparin, sum sigur, at fyri Honum er ein dagur sum túsund ár.

Jes. 46:10 Hann er tann, sum boðar frá upphavi endan, Hann kunngerð frammanundan tað, sum ikki var hent.
Og Præd 3:15 sigur, Tað, sum hendir, hevur longu verið, og tað, sum fer at henda, hevur longu verið áður; Guð leitar upp aftur tað, sum farið er.

Við øðrum orðum, Guð hevur lagt inn í Bíbliuna søgur um tað, sum er hent higartil, og hesar søgur og hendingar eru skuggar og forsjónir til komandi hendingar.

Vit fara við Heilaga Andans hjálp at prógva, at tað er ein Guddómur, sum hevur sagt frammanundan týðandi hendingar upp ígjøgnum mannasøguna, og sum hevur sagt frammanundan, hvat úrslitið verður av mannaættini og skaparaverkinum. Hesin hevur eitt fullkomið avriksyvirlit (CV), sum yvir 6 túsund ár vísir, hvør er upphavið til alt, sum til er. Darwin, Freud og teirra líkar hava bert eina teori, sum ikki førir á mál.

Sálmur 90:4 sigur soleiðis, "Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttarvøka ein" og 2. Pæt. 3:8 "Men hesum eina mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur."

Í jødiskum skriftum, m.a í Talmud, verður skrivað, at frá Adam og til Abraham gingu 2 dagar fyri Guði og 2000 ár hjá menniskjum. Hetta tíðarskeiðið verður kallað Kaos-tíðarskeiðið. Síðan gingu tað tveir dagar hjá Guði og tvey túsund ár hjá menniskjum frá Abraham til Messias. Hetta verður kallað Torah-tíðarskeiðið. So skuldi tað vera 2 dagar - 2000 ár við Messias. Eftir hetta skuldi endin koma.

Vit fara við Heilaga Andans hjálp at hyggja eftir profetiskum skriftstøðum, hvussu "vikan eftir syndafallið" sær út dag frá degi, til Jesus kom fyrru ferð, og við eyðmjúkleika nærkast tí, sum Guð hevur sagt frammanundan um okkara tíð. Tveir dagar seinni (Hósea 6:1-2) skal "hesin" les Jesus, sum fór aftur á stað sín, koma aftur.

Jesu seinna koma er beint fyri framman, og her koma landið Ísrael, endatíðin, antikristus og tann sjeyndi dagurin, 1000 ára friðarríkið, inn í myndina. (Í 1000 ára friðarríkinum er Messias aftur á foldum sum kongur og prestur)

Vit fara at prógva tað, ið er sagt frammanundan ígjøgnum profetar, sum vóru Guðs pennar, og sum skrivaðu niður tað, sum Guðs Heilagi Andi álegði teimum, og nær skriftstøðini ganga út.

Vit fara m.a at svara:

· Hví er landið Ísrael "reist upp" frá teimum deyðu (ein oyðimørk, sum nú blómar)? Hví eru jødarnir aftur í landinum eftir 2000 ár í útlegd?

· Hví er tað hebraiska málið uppreist?

· Hví er tað hebraiska myndamálið, sum Móses skrivaði tær 5. Mósebøkurnar, uppreist og umvælt?

· Hví var tað eitt 6 daga kríggj, sum endaði 6/6 1967? (trý sekstøl) Hví vardi tað ikki sjey- ella átta dagar? Higartil hava tvey seks daga kríggj verið í søgu Ísraels. Ein skuggamynd í Bíbliuni vísir trý seksdaga kríggj. Nær verður tað triðja?

· Hví er so nógvur fíggindaskapur móti jødafólkinum upp ígjøgnum tíðirnar, og eisini nú, eftir at tjóð teirra bleiv "endurfødd ella upprisin" í 1948? (Jødarnir telja niðanfyri 0.214% av heimsins íbúgvum) Hví stendur allur heimurin og ridlar, tí Islamski heimurin vil gera av við hetta lítla fólk.(profeti um hetta sí sálm 83)

· Hvør er "tann", sum vil deila landið og Jerusalem? (Kjarnulandið Ísrael blívur deilt og er deilt, tá ið Guð / Jesus er aftur á Zion smb. Jóel 3).

· Hvør "grimmur harri" ynskir at seta "seg" á guðafjallið í Jerusalem?

· Hvat "føðist" út av øllum rembingunum í Miðeystri og um heimin? Rembingar sum veðurlagið, jarðskjálvtar, kríggj, fíggjarligar- og moralskar rembingar og eisini tekin í sól og mána, sum koma í ár og 2015.

Vit fara at grundgeva fyri øllum við hópin av skriftstøðum úr bíbliuni, og vit skulu viðgera orð Guðs gjøgnum Hansara eyðmjúku- og guðsóttandi profetar og ígjøgnum Jesus sjálvan sum á Oljufjallinum profeterar um endatíðina og seinnu komu Sína.

Vit vóna at síggja nógv fólk til framløgurnar, sum verða í trý mánakvøld.

Vælkomin til Saron í Sandavági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder