JN

Makrelprísurin er batnaður munandi

...

2013-09-20 20:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. fór í nátt at sigla inn við 1.100 tonsum av makreli. Tummas T landar veiðuna til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði um 23-tíðina í kvøld.

Støddin á makrelinum er góð, av 800 tonsum liggur meðalstøddin um 407 gramm og av 300 tonsum liggur støddin um 423 gramm.

Makrelprísurin er batnaður munandi nú í heyst, fyrr í ár lá prísurin um kr. 4,75/kg, men nú fáa skipini uml. kr. 6,50/kg. Teir rokna við, at prísurin verður betri longri út á heystið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder