
Fyrrverandi næstformaðurin í Sambandsflokkinum Magni Laksáfoss hevur boðað frá, at hann ikki longur er í tingbólkinum hjá Samandsflokkinum. Fráboðanin kemur nakrar vikur eftir, at hann tapti næstformansvalið á seinasta landsfundi Sambandsflokksins, tá var Helgi Abrahamsen valdur til næstformann ístaðin fyri Magna Laksáfoss, um tað so er orsøkin til, at hann nú sigur seg úr flokkinum, kann bara gitast um.Hetta er tó ikki beinleiðis orsøkin til, at Magni Laksáfoss fer úr Sambandsflokkinum, sigur Magni Laksáfoss við Kringvarpið.
Eg má bara staðfesta, at mín grundhugsjón er meiri liberal enn grundhugsjónin í Sambandsflokkinum, soleiðis sum hann er blivin í dag, sigur Magni.
Magni segði í ??F í kvøld, at hann ikki hevur tikið støðu til um hann fer í onkran annan flokk, ella um hann nú fer at stuðla sitandi samgongu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald