2014-04-23 04:11
Løgreglan: Løgreglan hevur í kvøld framstillað 3 mans í grundlógarforhoyr.
Aftaná frágreiðingarnar í rættinum valdi ákærin bert at biða um, at ein av monnunum bleiv varðhaldsfongslaður, og blivu so statt hinir báðir leyslatnir.
Varðsfongslingin gongur út tann 20. mai 2014.
Seint í kvøld bleiv ein ungur maður afturat handtikin, og verður hann væntandi framstillaður í Føroya Rætti í morgin mikudagin 23. apríl 2014.
Kanningararbeiðið heldur áfram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald