Vinna

Lutvísur stongsul: Føroyingar kunnu landa 100.000 tons av makreli til ES

...

2014-04-08 21:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vardin.fo skrivar: Enska heimasíðan www. undercurrentnews.com skrivar í morgun at bannið er luttvíst galdandi.

Heimasíðan vísir til samtalu við ein ES talsmann, sum sigur at bannið er enn galdandi fyri allan makrel, sum er fiskaður í föroyskum sjógvi, men ikki galdandi fyri makrel, sum er fiskaður í norskum- og ES sjógvi.

Sambært avtaluni, sum Föroyar undiskrivaði saman við Norra og ES, fær Föroyar 156.240 tons av makreli í 2014. Harav kunnu föroysku skipini fiska 29% í ES sjógvi, sum er 46.800 tons, og 35% í norskum sjógvi, sum er umleið 54.000 tons. Tað vil siga at 100.000 tons kunnu útflytast til ES í 2014. Restin, sum er 56.000 tons má fara til aðrar marknaðir.

Hetta tikist ólogiskt, men orsökin er sambært ES talsmanninum, at föroyskur makrelur varð bannaður av ES, tí makrelfiskiskapurin í föroyskum sjógvi er blandingsfiskarí, har tað ikki er möguligt at fiska makrel uttan at fáa sild sum hjáveiðu. Og tað var júst Norðhavssildin, sum var orsökin til at bannið varð sett í gildi í fjör.

ES talsmaðurin segði: ???Sum tú veitst so er handilsbannið galdandi fyri öll fiskiskip, sum luttaka í sildafiskaríi í Föroyum. Tað at tað so eisini er galdandi makrel, er at har verður sild og makrelur fiskaður saman ??? men so er ikki í ES sjógvi. Her verður fiskaður reinur makrelur.???

Talsmaðurin vildi ikki úttala seg um sildabannið fer úr gildi í ár ella ikki. Men seinasta sildaavtala er ein indikatión at bannið helst kemur at vara árið út.

???Handilsbannið verður galdandi???, sigur ES talsmaðurin, ???Sum vit altíð hava sagt, so eru vit opnir fyri at tosa við föroyingar um at finna eina loysn, so sildastovnurin, sum vit deila við Föroyar, er burðardyggur. Vit eru klárir um meining verður broytt fyri fiskiárið 2014???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder