JN

Lutaseðil fyri nýggja viðgerðarheimið

...

2013-10-09 20:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í hesum døgum verða lutaseðlar seldir kring landið fyri nýggja viðgerðarheimið á Nesi hjá Bláa Krossi. Høvuðsvinningurin er ein Peugeot 208, sum hevur virði 225.000 krónur.

Byggingin av nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi er komin væl áleiðis. Húsið verður innilokað ein av fyrstu døgunum, og á vári næsta ár verður heimið eftir ætlan tikið í brúk.

Nógvir pengar skulu til, og í hesum sambandi verður lutaseðil nú seldur kring landið til frama fyri nýggja viðgerðarheimið. Høvuðsvinningurin er ein Peugeot 208, sum hevur virði 225.000 krónur. Aðrir vinningar eru: Ein Apple iPhone, ein Apple iPad, gávukort frá Ide Møblum og gávukort frá Samkeyp.

Drigið verður 15. november 2013 og lýst verður í bløðunum og á heimasíðuni www.blakross.fo

Tað eru tey staðbundnu blákrossfeløgini kring landið, ið hava tikið stig til og skipa fyri lutaseðlasøluni.

Blái Krossur takkar hjartaliga fyri stuðulin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder