Tíðindaskriv
Loysingarpolitikkur á Bryggjubakka Flaggdagin kl. 17:15
Søgufrøðingurin Jákup Thorteinsson, dr. phil, sáli, var fyri 10 árum síðani biðin um at skriva søguna um loysingarrørsluna og politikkin, sum er komin úr hennara kjalarslóð. 2. apríl 2004 varð sáttmáli undirritaður ímillum Fólkatingsgrunnin og Jákup, ið hevði til endamáls at greina henda partin av Føroya søgu, og báðir partar vóru samdir um, at søgumaðurin hevði frítt at fara uttan okkara íblanding yvirhøvur. Tað var týdningarmikið, at tey søguligu objektivu eyguni skrivaðu hesa søguni, og ikki tað subjektiva partapolitiska sjónarhornið, sum bara hevur partvíst søguligt virði. Bókin er slóðbrótandi søguverk, við nógvum nýggjum upplýsingum og greiningum, og hartil er hópurin av myndum í bókini, sum higartil ikki hava verið almennar.
Flaggdagin ??? fríggjadagin ??? 25. apríl kl. 17:15 verður fyrri parturin av hesi verkætlan lagdur fram í bók. Framløgan verður í hølum Føroya Fiskimannafelags á Bryggjubakka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald