JN

Løgreglan: Hvør eigur hendan málningin?

...

2014-03-19 20:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við at ein útlendingur í vikuskiftinum framdi eitt rán í Klaksvík, hevur politiið í viðførinum hjá manninum, funnið ein málning, ið er 100 cm breiður og 80 cm høgur. Niðast í høgra hjørnið stendur antin Marna 95 ella Maria 95

??tlendingurin hevur greitt politinum frá, at hann hevur funnið málningin onkrastaðni í Tórshavn - kundi ella dugdi ikki at greiða nærri hvar. Hann hevði koyrt rammuna burtur og bert tikið málningin, sum hann hevði rullað saman.

Politiið veit ikki hvør eigur málningin, so um nakar kennist við málningin ella veit hvør eigarin er, verða tit vinarliga biðin um at ringja til politiið á tlf. 351448.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder