
Í dag er løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen farin til Danmarkar á árliga ríkisfundin við danska forsætisráðharran, Helle Thorning Schmidt og grønlendsku landsstýrisforkvinnuna, Aleqa Hammond.
Í ár verður fundurin hildin í Ishøj. Á skránni fyri fundin er m.a. samstarvið í ríkisfelagsskapinum, sildatrætan og handilstiltøkini hjá ES og møguleikarnir hjá føroyskum fyritøkum at verða partur av donskum vinnuframaskipanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald