Danski rapparin L.O.C. er ikki bara nógv mest seljandi danski rapptónleikarin, hann er eisini millum størstu tónleikanøvn á danska tónleikapallinum. Við átta soloútgávum á baki, kemur L.O.C. til Føroyar at framføra á ársins konsertdegi í Vágsbotni.
Síðani Liam O???Connor undir kunstnaranavninum L.O.C. kom á danska tónleikapallin hevur hann verið kendur sum eina kompromisleysur rappari, ið hevur megnað at rokkið nógv longri enn bara til vanligu hip hop áskoðarafjøldina. Hann hevur m.a. átt ársins útgávu í Danmark og hópin av hittsinglum.
Umframt útgávurnar við egnum tilfari, hevur L.O.C. útgivið tvey mixtape, har hann tulkar danskar rappklassikarar. Eisini hevur hann útgivið tilfar við bólkunum Selvmord, B.A.N.G.E.R.S. og Alzheimer Klinikken. L.O.C hevur eisini samstarvað við Nephew og framførdi lagið Hospital við teimum á Roskilde Festivalinum í 2007.
Nýggjasta útgávan hjá L.O.C. Sakrilegium er júst útkomin, og ein størri konsertferð er á skránni í heyst, men føroyingar fáa eina smakksroynd av nýggja tilfarinum live, longu 28. juni á VoxBotn.
Júst hansara konsertir eru tiltiknar, og hann var fyrsti danski rapparin, ið slapp at spæla á appilsingula pallinum á Roskilde Festivalinum, hetta var í 2008, og er hetta ein konsert, ið verður mett sum ein tann besta danska rappkonsertin nakrantíð.
Lagið ???Helt min egen???, ið L.O.C. sang saman við songkvinunnuni Barbara Moleko á næst seinastu útgávuni hjá L.O.C. var eitt rimmar hitt í heimlandinum, men hevur eisini verið ein sonn landaplága í Føroyum. Hetta lagið verður eisini at uppliva til Okkara Voxbotn 2014, síðani Barbara Moleko kemur við L.O.C. til Føroya.
Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotn leygardagin 28. juni 2014. Umframt L.O.C. eru bólkar sum Return, Killer Queen, Swangah og Byrta avdúkaði, eisini fer ein rúgva av øðrum føroyskum og útlendskum bólkum á pallin henda dagin.
Atgongumerkjasølan til Okkara Voxbotn 2014 gongur strúkandi, atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Vodafone handlunum og á ebillett.fo.
Skrivar radio.portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald