Mentan

Livar Nysted í Ribarhúsi

...

2021-05-21 19:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Listaframsýning við verkum hjá Livar Nysted letur upp í Ribarhúsi í Fuglafirði í morgin, leygardagin 22. mai kl. 15.

Seinasta hálva árið hevur Livar arbeitt fram ímóti hesi framsýningini.

Stílur og myndaevni, ið vit kenna hann fyri, ???ganga aftur???, men her eru eisini verk, ið bróta heilt frá.

Hesi verkini eru ein blandingur av málningi og høggmynd, onkur kallar tað 3D-málningar, og í hesum verkum fær maðurin veruliga víst síni kreativu evni.

Vælkomin í Ribarhús til eina spennandi og øðrvísi framsýning, sum hongur á teimum gomlu veggjabrettunum til og við tann 14. juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder