2021-06-11 12:30
LITRÍK VESTANSTEVNA 2021
Nú nærkast Vestanstevnan í Sandavági, so nú er skjótt tíð aftur at seta lit á bygdina.
Eins og undanfarin ár, er bygdin deild upp í 7 økir, við hvør sínum liti:
1. Ovaru Sarpar ??? Gult
2. Niðaru Sarpar ??? Pink
3. Frá Fossánni til Eingjartoftir (Milliónbrekkuna) ??? Reytt
4. Frá Eingjartoftum (Milliónbrekkuni) til ??ti á Bakka ??? Grønt
5. Onundarvegur, í Heygagerði, undir Fobbakletti og Traðarvegur ??? Lilla
6. Á Giljanesi, Nesavegur, Inni á Leiti, Giljavegur, Dalsbøur, Áarlið, á Giljatrøðni og Hammershaimbsvegur (heim til brúnna) ??? Blátt/turkis
7. Miðhjallar og Ovastuhjallar ??? Appelsingult
Miðstaðarøkið kann prýðast við øllum litum
Nógv stuttlig, fjølbroytt og kreativ hugskot síggjast á myndum frá farnu Vestanstevnum, og fleiri av hesum kunnu óiva nýtast aftur. So tað er bara at lata hugflogið fara í sving!
Vit heita á øll um at hava umhvørvið í huga, soleiðis at prýðið ikki endar í náttúruni.
Leygardagin 24. juli skal alt prýði á almennum økjum verða tikið niður aftur.
Um korona-støðan loyvir tí, verður litrík skrúðgonga fríggjakvøldið 16. juli.
Nærri kunning um skrúðgonguna kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald