Mentan

Lítli Klávus og stóri Klávus sum útisjónleikur á ólavsøku

...

2020-07-26 10:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tjóðpallur Føroya og Tórshavnar Kommuna bjóða øllum børnum og barnsligum sálum til ókeypis útisjónleik á 11 ymiskum støðum í Havn um ólavsøkuna.

Leikurin er tann væl kenda søgan um teir báðar Lítla Klávus og Stóra Klávus, ið saman við húsdjórum, konu, ommu, tónleikara, dekni - ja øllum møguligum og ómøguligum ??? koma á vitjan. Har hendir nógv og kanska mugu áskoðararnir eisini hjálpa teimum.

Leikurin verður spældur uttandura á 11 støðum kring allan býin.

Leikarar eru teir tríggir Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Jákup D. Wardum. Leikurin varir umleið hálvan tíma og tiltakið er ókeypis.

??lavsøkuaftan 28. juli

Kl. 11.00 Argir: Vøllurin við Gamla skúla

Kl. 12.30 Argir: FIFA-vøllurin við skúlan á Argjahamri

Kl. 14.00 Undir Gráasteini: Vøllurin við gamla vatnverkið

Kl. 16.30 Norðasta Horn: FIFA-vøllurin

Kl. 18.00 Vøllurin við Heygskrók

Kl. 19.30 Vøllurin í Svanga

??lavsøkudag 29. juli

Kl. 12.30 Inni á Gøtu: FIFA-vøllurin á Niðaru gøtu

Kl. 14.00 Millum Gilja: Vøllurin

Kl. 16.30 Ternuryggur: Vøllurin við Turidargøtu

Kl. 18.00 Løgmannabreyt: Við skúlan

Kl. 19.30 Fótbóltsvøllurin við Eysturskúlan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder