Nú verður latið upp fyri, at føroysk listafólk kunnu koma við uppskotum til listaverk at seta upp sum krígsminni í National Memorial Arboretum í Onglandi. ??ll føroysk listafólk kunnu luttaka, og vinnarin verður kunngjørdur flaggdagin
Krígsminnisverkætlanin, The Faroe Islands War Memorial Project, bjóðar nú føroyskum listafólkum at senda inn uppskot til eitt trídimensionalt listaverk at minnast føroyska leiklutin í Seinna Heimsbardaga.
Nevndin fyri verkætlanini fer síðan at bíleggja vinnandi verkið frá listsafólkinum at seta upp í minnislundini National Memorial Arboretum í Stórabretlandi sum eitt varandi minni um føroyska leiklutin í Seinna Heimskríggi. Við tí verður tryggjað, at lyftið hjá Winston Churchill um, at bretska fólkið ongantíð skuldi gloyma føroyska stuðulin og føroysku ofrini í stríðnum, verður hildið.
Ynskt verður eitt verk, sum skapandi lýsir viðurskiftini ímillum føroyingar og bretar undir krígnum, og tí verður mælt áhugaðum listafólki til í fyrsta lagi at seta seg inn í søguna um hetta tíðarskeiðið, at vitja Krígssavnið í Sørvági og kanska tosa við fólk, ið minnast kríggið ella vita søgur um ta tíðina.
Nærri upplýsingar um listaverkið, eitt nú krøv um stødd og tilfar, eru at finna á submission-síðuni á heimasíðuni www.fiwmp.com. Eisini ber til at seta seg í samband við stigtakararnar og spyrja nærri á [email protected]
Uppskot til listaverk skulu vera stigtakarunum í hendi í seinasta lagi 14. februar 2022.
Júst hesin dagurin er valdur, tí hersetingin av Føroyum varð rópt Operation Valentine, og valentinsmessa er 14. februar.
Nevndin velur síðan bestu uppskotini út, og ímillum tey verður so vinnarin kosin í almennari kapping, sum meira verður at frætta um til ta tíð.
Vinnarin verður kunngjørdur á flaggdegnum 25. apríl næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald