Mentan

Listahøllin í Finsen latin upp

...

2020-08-31 16:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavn:Hølisviðurskiftini hjá listafólkum í Tórshavnar kommunu hava verið ein afturvendandi avbjóðing. Hølini hava verið fá, tey hava ligið spjadd og illa fyri, so at eingin heild hevur fingist í virksemið.


Longu um aldaskiftið varð tosað um at geva mentanini fastar karmar í eini samanhangandi heild. Nú skuldi Tórsgøta gerast eitt mentanarligt gil í miðbýnum. Sum frá líður er hetta vorðið veruleiki. Og við Finsen og øllum virkseminum har er ein mentanarligur miðdepil í býnum veruleiki - við myndlist, leiklist, tónleiki, sangi og hølum til framsýningar.

Í dag lat Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Listahøllina í Finsen upp.

Niðanfyri eru brot úr røðuni, sum Gunvør Balle helt seinnapartin.

Hetta at leiga seg inn í ein listaverkstað er ein óroyndur leistur í Føroyum. Men vit kenna leistin úr øðrum londum. Vit hava leitað okkum íblástur úr Reykjavík, har vit eisini hava vitjað ymisk listaverkstøð, sum kommunan varar av. Har riggar hesin leisturin so mikið væl, at eg eri sannførd um, Listahøllin í Finsen eisini fer at røkka endamálinum um at geva listafólkum arbeiðsfrið til at savna seg um tað:

sum bjóðar av,
sum prikar,
sum undirheldur,
tølir og styggir,
avdúkar,
fjálgar um,
loypir hvøkk á,
sum fær okkum at hugleiða og hugsa

Ja, alt tað sum listin megnar betri enn nakað annað.

Í allari arbeiðstilgongdini hava vit verið í tøttum samstarvi við listafólk og umboð fyri LISA. Tí hvat hevur størri týdning enn at lurta eftir teimum, sum fara at virka inni í hesum hølunum allar dagar í árinum? Tað kom fram beinanvegin, at upprunaliga huglagið í høllini skuldi varðveitast so nógv sum gjørligt.

Veggirnir eru teir somu, litirnir teir somu og togini hanga enn úr loftinum sum tey hava gjørt, síðani skúlabørn fyrstu ferð klivu upp í tey og sveiggjaðu aftur og fram í 1956, og sum tey gjørdu í stívliga hálva øld.

Tí er søgan enn í bygninginum, og sálin er ongan veg farin.

Enn eru hølini bara hálvavegna liðug, og tríggir klivar eru eftir at gera. Teir verða gjørdir seinni. Hetta verður gjørt til tess at laga virksemið í hølunum so nógv til listafólkini, sum til ber. Listafólkini skulu mynda hølini, og karmarnir skulu laga seg til listafólkini og teirra tørv. Soleiðis fara okkara skapandi listafólk vónandi at kenna seg heima í hølunum.

Bæði yrkislistafólk og vónrík ung listafólk kunnu leiga ein kliva her úr 2 mánaðum í senn og upp í trý ár.

Í fyrstu atløgu verður pláss fyri 10 listafólkum, og tað fer so væntandi at kunna víðkast við einum ella tveimum klivum aftrat.

Sum tit síggja, eru fyrstu listafólkini longu farin til verka ??? trý listafólk hava innrættað seg her, og fjórða listafólkið er á veg. Eg vóni eisini, at ein slík høll kann fáa nýggjar verkætlanir at nørast og næla. Verkætlanir sum røkka tvørturum listagreinir, og sum kunnu skapa tað, sum vit enn ikki hava sæð.

Súsan í Jákupsstovu hevur fingið pláss fyri stóra vevinum, og sum tit síggja, hevur hon eisini lagt uppá hann og er farin at veva eitt gólvteppi. Hon er sera glað fyri at hava fingið herbergað vevinum, og hon fegnast um at vera sloppin at brúka hann, og hon vónar, at hetta fer at skapa áhuga hjá øðrum at fara undir at veva.

Tað er hugaligt, at LISA er flutt í Hoydalar. Har eru nógvir møguleikar fyri framman, og nú hølini í Finsen leggjast aftrat, kunnu vit av sonnum siga, at listafólkini hava fingið umstøður at virka í, sum veruliga muna.

Skjótt fer Tórshavnar kommuna eisini at gera avtalu við Rithøvundafelagið, MáF og Leikarafelag Føroya um Hans Andriasar hús ??? so hesir felagsskapir kunnu húsast í húsunum, og rithøvundar fáa eitt stað at arbeiða og skapa í friði og náðum.

Áðrenn vit vita av, er ljós í listahøllini í Finsen bæði tíðliga og seint, bæði summar og vetur. Hetta er gott fyri Havnina, fyri listafólkini og fyri tey mongu, sum leita sær á framsýningar at skoða tað, sum okkara listafólk avrika.???


Ove Mortensen Arkitektavirkið hevur verið høvuðsráðgevi, og Sp/f ÁTS hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

Til ber at søkja um kliva í ListahølliniHER.

Fleiri myndir eru at síggja áFacebook hjá kommununi.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder