Mentan

Listaframsýning á ??lavsøku 2020

...

2020-07-17 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lions Club Tórshavn hevur avgjørt,

at ágóðin frá listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ??lavsøku í ár fer

óskerdur til verkætlanina ???Føroyskur Talukennari???.

Tað er grunnurin ???Føroysk Teldutala??? sum er farin undir at menna ein føroyskan talukennara, ið skilir føroyskt og har talan fæst á skrift. Talukennarin skal kunna brúkast á teldu, telefon og yvirhøvur sum eitt amboð, har samskift verður. Við teldutaluni, sum lesur upp allan skrivaðan tekst, og síðani við talukennaranum, kunnu blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvboðin og nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív.

Listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ??lavsøku verður í døgunum mánadagin 27. til hósdagin 30. juli 2020.

Enn er møguligt hjá listafólkum at melda seg til ??lavsøkuframsýningina. Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú fara inn á

https://www.facebook.com/lionstorshavn og lesa meira um, hvussu tú tilmeldar teg til árligu framsýningina.

Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 22. juli 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder