JN

Lions Club Vágar - Myndakalendarin 2015

...

2014-03-25 21:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LIONS CLUB VÁGAR

MYNDAKALENDARIN 2015

Eigur tú eina góða mynd, so send hana til Lions Club Vágar!

Í samband við at LIONS CLUB VÁGAR aftur í ár skal gera ein myndakalendara fyri 2015, er avgerð tikin um at útskriva eina myndakapping.

Nýtast skulu íalt 13 myndir úr bygd, bø og haga, svarandi til eina mynd til hvønn mánað umframt permumynd, sum skal vera loddrøtt.

Myndirnar skulu vera úr Mykinesi, Vágum og vestursíðuni á Streymoynni.

Myndirnar skulu svara til árstíðirnar, tvs., ikki bert summarmyndir, men eisini vár-, heyst- og vetrarmyndir.

Fyri at avmarka talið av innsendum myndum er avgjørt, at luttakari í mesta lagi kann senda 5 myndir til kappingina.

Myndirnar skulu sendast til Lions Club Vágar við telduposti til: [email protected] , innan 15. apríl 2014.

Vinnararnir fáa boð við telduposti innan 1. mai 2014.

Tær útvaldu myndirnar verða virðisløntar við kr. 500,00 pr. stk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder