Lindin hevur verið noydd at leggja FM-sendinetið um og at útvega sær ein nýggjan veitara frá 18. august. Arbeitt verður í løtuni við skiftinum saman við nýggja veitaranum.
Men í hesi skiftistíðïni, inntil Lindin hevur eitt nýtt FM-sendinet ??? væntandi um tveir mánaðir - fer Lindin tó ikki at gevast at senda.
Arbeitt verður við at fáa fyribilssendarar upp í Klaksvík og Havn innan eina viku. Somuleiðis verður innan eina viku møguligt at hoyra Lindina á eini kanal í televarpinum.
Og harafturat hava lurtarar hesar møguleikar:
- Til ber at lurta eftir beinleiðis útvarpi á lindin.fo.
- Tað er møguligt at lurta á internetútvarpi, sum gevur betri ljóð enn eitt FM-útvarp. Tey nýggjastu internetútvørpini eru sera brúkaravinarlig við yndisstatiónum. Innstillingin kann tó vera torfør, Lindin kann vísa til hjálp hesum viðvíkjandi. Spurningar kunnu sendast við telduposti til [email protected] .
- Lindin fer at stroyma flestu nýggju tosi-sendingar beinleiðis á facebooksíðuni: ???Lindin ??? kristiligt kringvarp???.
- Tað er møguligt at lurta eftir nýggjum tosi-sendingum aftan á, at tær eru sendar, antin á lindin.fo ella sum poddvarp á flestøllum poddvarpplattformum (tað er møguligt at gera eitt hald á yndissendingar sum poddvarp, so koma teir nýggju partarnir í sendingini av sær sjálvum á tína snildfon ella teldil).
Sum áður nevnt, so verður nýggja FM-netið klárt væntandi um tveir mánaðir. Møguleikarnir omanfyri verða eisini har tá, og so verður eisini eitt varandi FM-signal klárt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald