Niðri í Rættará, í ??strøm, hevur Lindin stuðulsdag komandi leygardag, 27. januar
Eins og á stuðulsdegnum í 2014 og 2016, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik??? m.a. Magni Christiansen, Heðin Askham??? Benjamin Rajani??? ??lavur á Váli Olsen, Tórfríð Tavsen og Ari Seward.
Ígjøgnum allan dagin verður kaffi, te og leskidrykkur saman við onkrum til ábit. Roknað verður við at mong nýta høvi at støkka inn á gólvið til eygleiðing og prát á stuðulsdegnum hjá Lindini niðri í ??strøm. Ein uppboðssøla yvir málningar ið kendu listamálararnir ??ssur Mohr, Maria Mørkøre, Sámal Toftenes, Finnleif Mortensen, Lydia Nielsen, Palli Julsgart, Absalon Absalonsen og Petur (Prent) Mikkelsen hava latið til tiltakið, verður skipað seinni út á kvøldið kl. 21.00. Eisini verða nógvir og fjølbroyttir vinningar útlutaður ímillum ymsu tiltøkini. Hugvekjandi barnatiltak, ið burturav, skal mynda eina serliga løtu til børnini, verður kl. 15.00 við Kristvør Kolden, har leikur o.a verður á skránni. Vit enda dagin við einum høvuðsvinningi. Hepni vinnarin kann púra frítt velja sína ferð út í heim, Virði er 30.000 krónur.
Lindin byrjaði virksemi 21. januar í 2000 og eru nú 18 ár liðin síðani fyrsta sendingin varð útvarpað. Í dag røkkur sendinetið, hvønn einasta tíma í vikuni, meira enn 90% av Føroya fólki. Frá fyrsta sendidegi av, hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar, fíggja allan raksturin av Lindini. Hesin er árliga, áleið 1,6 milliónir krónur og umleið 50 fólk eru onkursvegna beinleiðis virkin og vara av í Lindini. Av hesum eru nógv tey flestu sjálvboðin og ólønt. So, niðri í ??strøm í Rættará, komandi leygardag 27. januar frá klokkan 13:00 til 23:00 leggja vit upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og nógvum hugaligum upplivingum.
Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lat eina gávu. Hetta kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.
Vit ið varða av Lindini ynskja við hesum stuðulsdegnum at takka fyri ómetaligan og afturvendandi trúfastan stuðul gjøgnum árini og heita á teg, saman við okkum, at vera við á ferðini víðari. Eisini fara vit at nýta høvi til at bjóða nýggjum stuðlum at vera vælkomnum við. Latið okkum øll, saman, vera um tað at stuðla Lindini. Ja, latið okkum saman, framhaldandi, vera um tað at røkka út við evangeliinum, boðskapinum um Jesus Kristus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald