2018-02-08 21:17
?? dag var ein likka at síggja á Hillingartanga í Sandavági, likkan kemur vanliga ikki fyrrenn í apríl mánaða.
Seinnu árini eru einstakar likkur sæddar í vetrarhálvuni, í fjør var ein á Viðareiði í oktobur og naka út í novembur.
Eisini í ??slandi síggjast einstakar likkur í vetrarhálvuni.
Flestu likkurnar eru í vetrarvist fram við vesturstrondini í Suður Europa og Norður Afrika.
Orð og mynd: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald