Í dag eru 10 ár síðan at LGBT Føroyar varð sett á stovn. Hesi árini hava vit áhaldandi arbeitt fyri einum rúmligum samfelag, har munur ikki skal gerast á fólki.
Vit vóru nakrir heilt fáir LGBTarar, sum hittust kring eitt køksborð, tá vit byrjaðu fyri 10 árum síðan, men LGBT Føroyar hevur hesi árini vaksið seg til eina stóra fólkarørslu, og vit eru sera takksom fyri tann stóra stuðul vit fáa til okkara søk millum fólk.
Føroyar eru broyttar hesi árini, hóast vit als ikki eru komin á mál enn.
Størsta broytingin er hugburðurin til tað at vera LGBTari. Vit tora nógv betur at standa við hvørji vit eru.
Tað eru munandi fleiri LGBTarar í føroyska samfelagnum nú, enn fyri 10 árum síðan. Vit síggja eisini, at tey sum hava búleikast uttanlands koma heimaftur at búseta seg og vit hava eisini nógvar LGBT-familjur við børnum.
Javnsetanin í hjúnarbandslógini er størsti ítøkiligi sigur hesi árini.
Vit flyta okkum rætta vegin, hóast hetta beint í løtuni ikki sæst aftur í politisku skipanini og lógarverkinum. Tann stóri stuðul vit hava í fólkinum fer við tíðini eisini at síggjast aftur á politiska pallinum. Tað eru vit sannførd um
Tað er við stoltleika og takksemi at vit lýta aftur á seinastu 10 árini, og tað er við góðum treysti, at vit halda áfram at stríðast fyri einum rúmligum og litríkum samfelag.
Vit eru sera fegin um, at Heiðrikur á Heygum, listamaður, hevur gjørt okkum eina framúr plakat og tasku til 10 ára dagin, sum ógvuliga greitt lýsir hvat tað snýr seg um.
Plakatin er 50x70 cm og kostar 250 kr.
Taskan kostar 150 kr
Plakat og taska kann keypast á hesum støðum:
HNJ Bókhandil
Rit og Rák í SMS
Alfa Bókhandil í Klaksvík
Við at keypa plakatina og taskuna stuðlar tú arbeiðinum hjá LGBT Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald