Ítróttur

Leikskrá fyri FM finalur í hondbólti 2014

...

2014-04-14 20:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skráin fyri FM finalurnar í føroyskum hondbólti 2014 verður hendan

Skírishósdag 17.04.14
Kl. 16.00 Elektron: VÍF ??? Kyndil, Høllin í Vestmanna
Kl. 17.30 Framsýningardystur G12 (2 x 15 min), Høllin í Vestmanna

Kl. 18.05 Framsýningardystur D12 (2 x 15 min), Høllin í Vestmanna

Kl. 18.40 Framsýningardystur G14 (2 x 20 min), Høllin í Vestmanna

Kl. 20.00 Atlantic Airways: VÍF ??? KÍF, Høllin í Vestmanna

Leygardagin 19.04.14
Kl. 16.00 Elektron: Kyndil ??? VÍF, Høllin á Hálsi
Kl. 17.40 Framsýningardystur D14, (2 x 20 min) Høllin í Kollafirði

Kl. 19.00 Atlantic Airways KÍF ??? VÍF, Høllin í Kollafirði

Ein møgulig triðja finala verður 2. páskadag. Um tvær finalur, verða tær kl. 16.00 og 19.00, um bert ein finala kl. 16.00

Framsýningardystir fyri úrvalslið

Í samband við FM finalurnar skipar HSF fyri framsýningardystum millum lið mannaði við leikarum, sum hava luttikið í úrvalsvenjingunum hjá HSF, sum hava verið í vetur.

Gjørd eru tvey lið á 10 leikarar í aldursbólkunum G12, D12, G14 og D14. Tríggir av hesum dystum verða millum báðar finalurnar í Vestmanna Skírishósdag, tann 17/4, meðan tann seinasti, í D14, verður undan FM finaluni í Kollafirði leygardagin.

Hetta gevur hondbóltsáhugaðum møguleikan at síggja nakrar av fremstu og bestu leikararnar í føroyskum ungdómshondbólti.

Við hondbóltskvøðu

HSF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder