2020-09-23 08:29
Í dag fyllir Leif Petersen í Sandavági 80 ár.
Leif er virkin maður, sjálvt um hann nú fyllir 80 ár. Hann gongur enn á fjall, og enntá er hann í Skorini í Oknadali. Eisini rør hann út, tá ið veðrið er tilvildar.
Leif hevur havt postin í Sandavági frá 1964 til 2007, hann tók postin eftir Sofie Nielsen, ið var mostur hansara, og tað røkti hann í 43 ár.
Hann var grindaformaður frá 1989 til 2016.
At skjóta harur dámdi honum væl, og væl lá fyri.
Heilsan er framúr góð, vit ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum, við Guðs signing framyvir.
Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
Børnini við familju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald