2016-01-12 19:11
Føroya størsta leiðsluráðstevna The Global Leadership Summit, verður nú fyri 8. ferð í Norðurlandahúsnium.
Árliga hava yvir 400 luttikið umframt at 300 ung møtast fríggjakvøldið. Her fáa øll ið luttaka, heimsklassa vegleiðing og amboð til at gera mun har tey eru.Leiðsluráðtevnan GLS, sum verður í Norðurlandaúsinum 15. og 16. januar, hevur tað aðalmál at geva íblástur og amboð, til at menna fólk sum leiðara á øllum økjum.
Fyrilestrahaldararnir hava sera ymsar starvsroyndir og geva tí ymisk vinnulig og andalig ráð, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða av.
Føroyska íkastið í ár er Jan Ziskasen, nýligi setti stjórin á Føroya Tele. Hann fer at greiða frá sínum royndum sum leiðari í altjóða fyritøku og hvussu tað er at leiða starvsfólk og at náa ítøkilig mál.
??tlendsku fyrilestrahaldararnir eru m.a. Bill Hybels, stovnarin av GLS, og Horst Schulze, stjóri í hotellketuni Capello Hotel Group, sum vísir hvussu ein kann geva ta bestu kundatænastuna.
Dr. Brené Brown, professari kemur at tosa m.a. um hvussu mistøk kunnu gerast størsti møguleiki til at vísa dirvi.
Fríggjakvøldið kl. 21 er møguligt hjá 400 ungum at verða við til Ung-GLS. Á skránni verður ein fyrilestur við Bryan Lorrits, dansiframførsla og góður tónleikur. Ung-GLS er ókeypis, men neyðugt er at melda til, tí plássið er avmarkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald